Lættur sigur hjá Gilla og Brann

Gilli Rólantsson kom inn í seinna hálvleiki, tá Brann vann 2-0 móti Nest-Sotra

Brann hevur í kvøld vunnið 2-0 á Nest-Sotra í triðja umfari av norsku steypakappingini.

 

Tað var Jakob Orlov, ið skoraði bæði málini hjá Brann, í báðum førum eftir grovar villur í verjuni hjá Nest-Sotra. Fyrra málið kom í 66. minutti. Verjan hjá Brann sparkar ein langan bólt fram eftir, men meðan málmaðurin hjá Nest-Sotra kemur út at taka sær av bóltinum, roynir ein verjuleikari, við rygginum móti málinum, at skalla bóltin aftur til sín egna málmann. Málmaðurin rennur inn í verjuleikaran, Daniel Braaten fær fatur á bóltinum og spælt hann tvørtur um og har strýkur Jakob Orlov avstað við honum, og setur hann í eitt tómt mál.

 

Seinna málið kom einans tríggjar minuttir seinni, og aftur var tað ein misskiljing, sum førdi til málið. Sami verjuleikari hjá Nest-Sotra roynir at skalla bóltin aftur til sín egna málmann, men Jakob Orlov er árvakin og kemur inn ímillum og setir bóltin í málið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

 

Sambært Bergensavisen var tó minni munur á liðunum í fyrra hálvleiki og Brann kundu prísa seg lukkuligar, at støðan framvegis var 0-0, tá dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.

 

Gilli Rólantsson kom inn í 69. minutti, beint áðrenn Brann legði seg á odda 2-0.