Lívfrøðiligt margfeldi á Náttúrgripasavninum í dag

Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera serstakt verndarár fyri plantur og djór, skipar Náttúrugripasavnið fyri almennum tiltaki í framsýningarhølinum á Debesartrøð undir heitinum »Lívfrøðiligt margfeldi - Føroyska náttúran frá havsins botni niðan á fjallatind«.

Á tiltakinum verður lívfrøðiliga margfeldið lýst við eini temaframsýning við tekningum hjá Astrid Andreassen og lutum úr savninum. Helena Dam á Neystabø, Mentamálaráðharri, fer at røða um lívfrøðiligt margfeldi og náttúruarv. Annika Olsen, Umhvørvismálaráðharri, fer at røða um náttúruna í mun til mentanarlandsløg. Heðin Mortensen, borgarstjóri, um náttúruna í Havn og Petur Jacob Jacobsen, býráðslimur, um náttúruna við Toftavatn.

Harafturat verða fakligir fyrilestrar, eitt nú um fiskar, fuglar, havsúgdýr, nýggj sløg og á hvønn hátt vit kunnu varðveita okkara lívfrøðiliga margfeldi.

Skráin er at finna á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo

- Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Hølini hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð lata upp í dag klokkan 13.30, sigur Náttúrugripasavnið.