Lívgandi listarløta í Lorvík

Seinasta týskvøld var kamarkonsert í Lorvík. Tað vóru tær báðar Monika Stauss Joensen og landi hennara úr Sveits Helene Ringgenberg, sum høvdu boðið til hesa konsert í Listaskálanum í Lorvík, sum tað varð lýst.

Legði tí leiðina norður í góðari tíð bæði til tess at nýta hetta høvið til eisini at støkka inn á gólvið hjá góðum kenningum og at kunna meg um, hvar hesin listaskáli var. Jú, hann var niðri í Turkihúsinum, varð sagt og vit fylgdust síðan oman.

Hugaligt var tað at ganga upp nossligu trappurnar og at sessast í avlongum rúmi, har veggirnir so at siga vóru klæddir við málningum. »Jú, sjálvandi« hugsaði eg við mær, »hetta man vera bygdasavn við málningum hjá kenda lorvíkinginum Jóannesi Kristiansen«. Men sum tú situr og skimast um teg, gerst tú greiður yvir, at eisini onnur listafólk eru umboðað í hesum savni. Ein teirra, sum eg festi meg við, var Sámal Toftenæs ? maður, sum í búnum aldri er farin undir hetta listarliga ítriv. Árinið frá gitna bygdamanninum Jóannesi kemur til sjóndar, men samstundis frøist tú yvir sjálvstøðuga fjølbroytnið í myndum av náttúruumhvørvi, bygdarlívi og havnarlag.

Bygdasavn, segði eg. Nei, hetta er onki alment savn, heldur er tað reiðarin og vinnulívsmaðurin Osmundur Justinussen, sum við hesum tiltaki, har hann sjálvur veitir bæði høli og privat málningasavn, fyrimyndarliga fjálgar eisini um mentanarlívið á staðnum.

Men tað var konsert, vit vóru komin til. Skráin var fjølbroytt og væl sett saman. Hóskandi í hesum Bach-ári løgdu tær báðar Monika og Helene fyri við sonatu fyri violin og cembalo eftir J. S. Bach. Krevjandi tónleikur hjá fólki, sum ikki eru von við klassiskan tónleik; men mergjað og væl varð spælt, og hesi bæði ljóðføri, sum ikki eru millum teirra, ið gera mest burtur úr sær, fingu dygga ljóðliga undirtøku frá hølinum. Helene Ringenberg er serkøn í tónleiki frá eldri tíð, og ein fragd var tað at hoyra hana framføra suitu, røð av stiliseraðum tátíðar dansum, fyri cembalo-solo eftir G. Fr. Händel.

Kanska var næsta stykkið fyri okkum tað forvitnisligasta, við tað at talan er um solopartitu skrivað til og ognað Moniku. Hendan partita gevur bæði ljóðførinum og tí spælandi høvi til at fremja sín fulla førleika bæði tekniskt og dynamiskt. Tónasmiðurin Frederic Balazs, nú farin um tey áttati, er føddur ungverji, men hevur í hálvthundrað ár búð í USA. Henda veruleika helt eg meg hóma í seinna partinum við bæði eystureuropeiskum fólkatónleikadámi og jazz-rytmum handan hav.

Tónleikur kann í sjálvum sær onga søgu siga; men hevur komponisturin lagt heiti við, kanst tú ímynda tær umstøður og hendingar, sum sipað verður til. Soleiðis her í fyrra parti hendingin við eiturkoppi, sum stillisliga kemur niður undan lofti, og skrúgonga og gøtuveitslurómur í tí seinna.

Tónamálandi var eisini Suite de chasons populaires eftir nútíðartónaskaldið Pierra-André Bovey, har tær báðar Monika og Helene rættiliga fingu roynt seg í skiftandi leiki. Jú, hetta var tónleikauppliving, sum øll kundu vera saman um, og tá ið sponsku rytmurnar hjá Pablo de Sarasate at enda tóku seg upp í hansara »Malaguena«, var rættiligt ovfarakæti í lítla tónleikasalinum millum málningar í gamla turkihúsinum í Lorvík.


Ólavur Hátún