Tað var lívið undan 2. juli – og so lívið aftaná.
So greitt lýsa tey bæði Annie Joensen og Allan Samuelsen hendingina 2. juli 2005, tá Annie var úti fyri ferðsluvanlukku á Klaksvíksvegnum í Klaksvík.
Annie hevði verið úti og etið saman við vinkonunum og hevði avtalað við 13 ára gomlu dóttrina, Joan, at tær skuldu fylgjast heim.
- Klokkan hálvgun eitt byrjaði eg at ringja til Joan, men hon skuldi síggja filmin lidnan, greiðir Annie frá, so klokkan mundi vera farin av hálvgun tvey, áðrenn tær báðar fylgdust heim eftir Klaksvíksvegnum.
Komnar áraka grillvognin og bakaríið, verður Annie knappliga ákoyrd aftanífrá, men júst hvussu hetta hendi er ilt at siga, tí tað vísti seg, at hóast nógv fólk var úti hetta fríggjakvøldið, var tað eingin, sum sá sjálvan brestin. Annie og Joan gingu lið við lið, tá mamman brádliga bleiv vekk. Tá Joan hugdi upp, sá hon Annie liggja á motorhjálminum á einum bili, fyri síðani at verða slongd framav, tá bilurin steðgaði.
Hóast bilførarin seinni í rættinum vildi vera við, at hann steðgaði beinanvegin, hevur hann koyrt fleiri metrar við Annie á motorhjálminum – kanska so langt sum upp til 40, sambært vitnum á staðnum. Bilførarin vildi eisini vera við, at hann koyrdi ikki skjótari enn 10-20 km/t, men Allan, ið er portørur, heldur, at tað er ilt at skilja, hvussu so lítil ferð kundi orsaka so stóran skaða.
Forrúturin á bilinum var knústur, og týðilig spor vóru á motorhjálminum eftir ákoyringina. Annie breyt kjálkabeinið og høkuna, sum nú er hildið upp á pláss við stálplátum, og hevði annars skursl um allan kroppin.
Hypofysan ávirkað
Fólk komu skjótt til og fingu boðað alarmsentralinum frá. Og áleið sjey minuttir eftir fráboðanina var sjúkrabilurin á staðnum.
Annie bleiv flutt á sjúkrahúsið í Klaksvík og stabiliserað, men skjótt varð gjørt av, at flyta hana á Landssjúkrahúsið í Havn. Har bleiv hon so koyrd í skannaran. Høvdið var nærum tvífalt so stórt, sum tað eigur at vera, og tað vísti seg seinni, at vanlukkan hevur ávirkað hypofysuna.
Tað gingu einir 10-12 dagar, áðrenn Annie byrjaði at fáa minnið aftur, men hon gjørdist kortini so fræg, at læknarnir lovaðu henni heim, tá hon hevði ligið 14 dagar á sjúkrahúsinum, fyrst á intensivu deild, síðani á kirurgisku deild.
Tað gekk heldur ikki long tíð, so var Annie sloppin av við sjónligu skaðarnar frá vanlukkuni, men tað, at hypofysan var ávirkað, førdi við sær, at hon mátti ganga sjúkrameldað í eitt hálvt ár.
Broytingin í hypofysuni ger, at Annie gloymir illa, hevur ilt við at konsentrera seg, ofta kennir seg vera mest sum í óveðri, og førir til, at hon lættliga spýr. Í veruleikanum kennist tað, sum kroniskur heilaskjálvti.
Heim til dóttrina
Vanlukkan hevur fullkomiliga broytt lívið hjá Annie og familju hennara. Sjálv minnist hon einki frá vanlukkuni, og veit tí bert tað, ið hini hava sagt henni frá. Sjálvt dagarnir undan vanlukkuni eru burtur, eins og teir 10-12 av døgunum, hon lá á sjúkrahúsinum í Havn.
- Tað var undarligt. Hon tosaði, men tað var einki skil í tí, hon segði, greiðir Allan Samuelsen frá.
Sjálv minnist Annie sum nevnt einki, men heldur, at hon á ein hátt má hava verið klár kortini.
Minnið byrjaði tó at koma aftur, og so skjótt tað hendi, ynskti Annie at sleppa heim.
- Eg hugsaði um Joan, og um tann skelk, ið hon hevði fingið. Eg vildi sleppa heim til hana sum skjótast, sigur Annie, sum heldur, at dótturin er tann, ið er mest ávirkað av hesi meiningsleysu ferðsluvanlukkuni.
Einki sjónligt mein
Brek á hypofysuna er heilt óvanligt fyribrigdi í Føroyum, og tað hendir so sjáldan, at læknarnir ikki vóru reiðiliga greiðir yvir, hvussu teir skuldu fyrihalda seg. Til dømis fekk Annie saltdrop og saltmolar at súgva, men hetta vísti seg at vera heilt skeivur háttur at viðgera hana. Tvørturímóti má hon í dag ikki drekka ella á annan hátt inntaka meiri enn ein litur av vætu um døgnið. Og tá er alt íroknað.
- Tað kann vera vatn ella tað kann vera kaffi. Men eg má eisini rokna sós, frukt og alt annað við vætu í upp í tann eina liturin um døgnið, sigur Annie Joensen.
Tað er natriumtalið, ið ávirkar hypofysuna, og gerst tað talið ov lágt, ávirkar tað bæði kropp og sinni.
- Ja, tað hevur ikki altíð verið líka lætt, og Annie sigur sjálv, at hon heldur vildi havt eitt arr á skinnið enn tað arr á sinnið, sum hon hevur, sigur Allan Samuelsen.
Og rætt er tað, at tú als ikki sær á Annie, at hon hevur verið úti fyri einari so álvarsligari vanlukku.
- Tað hevur verið ótrúliga tungt at koma ígjøgnum, og tá fólk so siga við meg, at nú eri eg komin yvir tað, so vita tey slett ikki, hvat tey tosa um. Tey hava onga hóming av tí, sum eg havi verið ígjøgnum, sigur Annie.
Gloymir alt
Eitt annað, sum vanlukkan hevur ávirkað sera nógv, er minnið. Annie gloymir stutt sagt alt.
- Eitt, sum eg kortini ongatíð gloymi aftur er ein dagin, eg júst var liðug at gera døgurða. Eg hevði steikt okkurt og í tankaloysi legði eg hondina á glóðheitu pannuna, greiðir Annie frá.
Nógv av tí, hon gloymir, hevur eyðvitað ikki so nógv upp á seg, men sumt er beinleiðis vandamikið. Hon kann til dømis gloyma at sløkkja pláturnar á komfýrinum, og øll vita, hvussu vandamikið tað kann verða.
- Nú havi eg fingið mær tað fyri, at skriva á fartelefonina tað, eg skal minnast til, so ringir hon og sigur frá. Eisini skrivi eg niður á gulu post-it seðlarnar, um til dømis onkur ringir og eg so skal minnast eitthvørt til dagin eftir, sigur Annie Joensen.
- Ofta kann eg vakja í fleiri døgn, men eg kenni meg kortini ikki móða ella lina. Til aðrar tíðir má eg liggja og halda mær fast í seingini, tí eg kenni tað, sum skal eg detta á gólvið – eins og eg eri í ringasta illveðri, sigur Annie.
Ofta hevur hon kent seg noydda at dragsa seingina hjá yngru dóttrini, Sólvá, yvir til sína song at forða fyri, at hon (Annie) ikki skal detta á gólvið.
Hart fyri forholdið
Eingin uttan Annie sjálv hevur í veruleikanum vitað, hvat hon hevur verið ígøgnum. Tað, at skaði á hypofysuna er so ókent fyribrigdi í Føroyum, hevur gjørt, at eingin hevur kent ávirkanina ella avleiðingarnar av hesum.
- Ja, tað hevur verið ótrúliga hart fyri forholdið millum okkum bæði, siga tey, Annie og Allan, mest sum í ein munn. – Men, leggur Allan aftrat, eg haldi, at vit hava klárað tað nokk so væl kortini.
Allan heldur, at hann í nógvum førum als ikki hevur skilt Annie og tað, hon er farin ígjøgnum.
- Viðhvørt kann hon hava øst seg upp um ting, sum eg havi hildið verið bagatellir, men sum fyri hana onkusvegna hava havt stóran týdning, sigur Allan.
Annie er púra samd. Serliga forholdið við dóttrina, Joan, hevur verið trupult, tí Joan hevur ikki kunnað góðtikið, at mamman broyttist so nógv eftir einum »splitsekundi«.
- Tær kundu vera sum reyðar kýr viðhvørt, staðfestir Allan.
Tað er ikki ókent, at tá eitt fólk doyr, ella fær álvarsligt mein, kunnu tey nærmastu ofta hálvavegna brigsla viðkomandi, at hesi eru deyð ella skadd – tað er ein náttúrlig reaktión. Joan var bert 13 ára gomul, tá vanlukkan hendi, og hon gekk so nær mammu síni, at jakkaermurnar bóru saman. So tað er einki at siga til, at hon hevur ilt við at góðtaka, at mamman broyttist so nógv.
- Hon kundi gott finna uppá at siga: »Eg havi onga mammu meira, eg kenni teg slett ikki longur«, sigur Annie.
Longstu minuttir í lívinum
Tann einasta í familjuni, ið er sloppin so nøkulunda snikkaleys frá hendingini, er 3–ára gamla Sólvá, sum bert var gott 1-ára gomul, tá mamman varð ákoyrd. Men so mikið viðtikin var Annie, at Sólvá ræddist og vildi ikki fara til hana fyrstu dagarnar á Landssjúkrahúsinum. Hon helt seg til Allan.
Og hjá honum var hetta ein ræðulig tíð.
- Sjálvur eri eg portørur, og hevði vakt í Fuglafirði. Eg svav, men langt burturi hoyrdi eg eina telefon blíva við at ringja. So til endans fór eg upp og tók hana. Tá var tað Joan, sum hysterisk fortaldi mær frá, at Annie var yvirkoyrd, greiðir Allan frá.
Hann setti seg beinanvegin í samband við starvsfelagar sínar í Klaksvík fyri at frætta meiri, og har fekk hann at vita, at Annie var yvirkoyrd, men at hon slapp við lívinum. Meiri kundi ikki sigast við vissu tá.
- Eg fór so til Leirvíkar at bíða við tunnilsmunnan. Tað er kanska lagnunnar speisemi, men barnagarðurin, har Annie arbeiðir, liggur soleiðis fyri, at tey síggja beint oman í tunnilsmunnan, og dagin fyri vanlukkuna hevði Annie greitt børnunum frá, at eingin slapp ígjøgnum tunnilin, uttan mann var ræðuliga sjúkur. Og har stóð eg so og bíðaði eftir Annie, sum gjørdist fyrsti sjúklingurin, ið bleiv koyrdur gjøgnum Norðoyatunnilin, sigur Allan.
Vegurin í tunnlinum var tá so vánaligur, at tað tók hálvan tíma at koma ígjøgnum, tí Annie var í so ringum standi, at koyrast mátti ógvuliga varliga.
- At bíða við munnan hesa náttina, vóru longstu minuttirnir í mínum lívi, viðgongur Allan Samuelsen.
Spakuliga aftur til lívið
Fyrsta tíðin eftir vanlukkuna var serstakliga tung fyri Annie. Hon nýtti væl av tíð at hugsa um, hví hon yvirlivdi – og eisini at hugsa um, hvørt tað hevði verið betri, um hon ikki kláraði tað. Hon sló seg til endans til tols við, at tað mátti vera ein djúpari meining við, at hon kortini hóraði undan.
- Tað gekk eitt hálvt ár, so fór eg til arbeiðis aftur, men tað var tungt, sera tungt. Eg føldi, at eg ikki rættiliga megnaði tað, og eg haldi, at um eg ikki hevði verið so treisk, hevði eg forsømt nógvar dagar, sigur Annie.
At enda mátti hon tó viðganga yvirfyri sær sjálvari, at tað gjørdist ov tungt, men til alla lukku fekk hon bjóðað leiðarastarvið í barnagarðinum, og tað megnar hon nógv betri, tí nú situr hon fyri tað mesta í friði á egnari skrivstovu.
- Tað gongur væl, og so kann eg eisini gera eina rúgvu av arbeiðinum við hús, sigur Annie Joensen.
So tað byrjar at lýsna fyri allari familjuni. Hagtøl vísa, at millum 80 og 90% av teimum, ið fáa skaða á hypofysuna sleppa uttan varandi mein, og Anni skal ein av fyrstu døgunum til Danmarkar til eina nýggja kanning, ið vónandi kann staðfesta, at hesin dapri kapittulin í lívinum er komin at enda.
Annie undirstrikar tó, at hon á ongan hátt er beisk inn á bilføraran, ið koyrdi hana yvir. Slíkt ger eingin við vilja.
- Eg vildi bara ynskt, at hann hevði sett seg í samband við meg, so vit øll kunnu leggja hesa hendingina aftur um okkum, og koma víðari við lívinum, sigur Annie.
Eisini Joan er um at koma fyri seg eftir skelkandi upplivingina. Og Allan skilir nógv betri í dag, hvat Annie í veruleikanum hevur verið út fyri. Men hvussu alt enn er, so eru Annie og Allan rørandi samd um eitt: Tey høvdu eitt lív undan 2. juli 2005 – og eitt annað lív aftaná.