Lívligur pardansur á skránni

Salsa stendur ovast á skránni hjá náttklubbanum Platform um vikuskiftið 4. til 6. juni. Salsa er ein lívligur kubanskur pardansur, sum er væl umtóktur í londunum kring okkum, eitt nú í Danmark.
Endamálið við tiltakinum er at "birta upp undir ein líknandi salsa-fepur í Føroyum." Við tí fyri eyga koma tveir undirvísarar í salsa til Føroya á vitjan, og skulu tey halda ein workskop, har fólk kunnu læra at dansa salsa. Undirvísararnir eru tey bæði Sara í Dali Hedeland og Anh Duy Nguyen, sum til dagligt takast við salsa í Keypmannahavn.
Tvey skeið verða hildin um vikuskiftið 4. til 6. juni í Platformi. Fyrra verður leygardagin frá klokkan 15 til klokkan 18, og seinna skeiðið verður sunnudagin somu tíð.
Umframt tað verður fríggjakvøldið 4. juni bjóðað inn á Platform, har salsakvøld verður fyri øll áhugaði. Tað verður ókeypis atgongd fyri miðnátt hetta fríggjakvøldið, sum eisini er mentanarnátt í Tórshavn.