Ungi skiparin, Rúni Samuelsen, førdi ísfiskatrolaran Rók til landið, og nú er hann á veg heim við Lerki Ikki so sjáldan hoyra vit, at ungur maður, sum fer til skips, spillir sær tíðina burtur. Fert tú ikki beint í annan skúla, tá tú ert liðugur við 10. flokk, er lítil vón fyri stavn í hesum tíðum, nú samfelagið setir so stór krøv til alt og øll.
Men hetta er slett ikki rætt ? ella hetta nýtist ikki at vera rætt.
Tað eru nógvir ungir menn, sum í staðin fyri at fara beint í annan skúla, fyrst valdu at fara í ?lívsins skúla?, sum skipsdekkið ofta verður rópt.
Rúni Samuelsen valdi fyrst at fara í lívsins skúla, áðrenn hann seinni fór á skiparaskúla.
Longu sum 22 ára gamal førdi hann fyrstu ferð skip.
Nú ísfiskatrolarin Rókur hjá Faroe Seafood herfyri kom til landið, stóð Rúni á brúnni. Í vikuskiftinum kemur so seinna skipið, Lerkur, og aftur hesaferð stendur Rúni Samuelsen á brúnni.
Pápi Rúna, Ólavur Samuelsen, hevur verið skipari við skipum hjá Beta ? heilt síðan felagið varð stovnað. Nú Faroe Seafood eigur Beta, er Ólavur framvegis á brúnni.
Skipini, sum felagið letur byggja í Vigo í Spaniu, verða liðug seinni í hesum árinum.