Lívslinjan í Danmark

Livslinien í Danmark byrjaði sum eitt privat átak í 1994, men hevur síðani 2005 verið á donsku fíggjarlógini. Livslinien fær 13.000 áheitanir árliga

Livslinien í Danmark er ein hjálparfelagsskapur, sum fyribyrgir sjálvmorði og sjálvmorðsroyndum í Danmark, ella sum tað stendur í ársfrágreiðing teirra: »Livslinien bidrager til at nedbringe antallet af selvmord og selvmordsforsøg i Danmark ved at arbejde på at gøre både Livsliniens egne og andres kvalitetstilbud om hjælp synlige, ved at drive kvalitetssikrede rådgivningstilbud, ved at arbejde på at fjerne tabuet omkring selvmord og ved at rådgive og kompetenceudvikle fagpersonale til at kunne håndtere en selvmordsproblematik«.
Livslinien byrjaði sum eitt privat átak í 1994, og í 2005 komu tey á fíggjarlógina.
Høvuðstænasta teirra er dulnevnd ráðgeving til fólk, sum eru sjálvmorðshótt, avvarðandi og fólk, sum hava mist. Ráðgevingin fer fram umvegis telefon ella internet. Allir ráðgevar eru sjálvboðin fólk, sum eru serliga útbúgvin innan sjálvmorðsfyribyrging.
Hvørt ár gera omanfyri 600 fólk í Danmark av við seg. Á Livslinien siga tey, at tey skilja, at fleiri ikki síggja seg hava aðrar møguleikar, enn at gera av við seg, men tey ynskja at vísa á aðrar møguleikar.
Síðani Livslinien byrjaði í 1994 hevur telefonin ringt meiri enn 100.000 ferðir, og hvørt einasta ár eru tað omanfyri 13.000 áheitanir frá fólkum við sjálvmorðstankum og álvarsligum kreppum.
220 sjálvboðin arbeiða fyri Livslinien, sum hevur telefontíð hvønn dag frá klokkan 11 til 23. Árliga játtanin á fíggjarlógini hevur seinastu árini ligið um seks milliónir krónur, umframt at kommunur og onnur eisini stuðla Livslinien.
Hergeir Staksberg og Jan Zachariasen hava seinastu tíðina havt samband við Livslinien. Teir vóru á eini psykiatriskari ráðstevnu, har teir hittu umboð frá felagsskapinum. Síðani hava teir verið á skeið hjá teimum, fyri at fáa innlit í teirra virksemi og hvussu tey arbeiða.
- Vit royna at kanna eina rúgvu. Livslinien hevur eina ørgrynnu av hagtølum, og eitt ovurhondsstórt netverk. Tey eru ógvuliga hjálpsom, sigur Hergeir Staksberg.