Kai Vágfjall
Tá nýggja sokallaða breiða samgongan hevði skrivað undir samgonguskjalið, reypaði Anfinn Kallsberg av, at hetta var hansara lívsverk. Hvat hann meinti við, veit eg ikki rættuliga, men eg giti at tað vóru sjálvstýrismálini.
Um vit nú blaða í samgonguskjalinum 2002 - 2006, so finna vit hesi mál, sum táverðandi samgonga hevði sett sær fyri at útinna á sjálvstýrisleið:
Yvirtøkur:
Familjurættarmál
Havumhvørvi
Kortlegging
Upphavsrættur
Vinnulóggáva
Tilbúgving
Veðurtænasta
Vitaverk
Uppmerking
Fjølmiðlaábyrgdarlóg
Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Tinglýsingin
Fólkakirkjan
Flogvøllurin
Loftferðslumynduleikin
Løgregla og rættarskipanin
Samgonguskjalið hjá "breiðu" semjuni hevur sett sær hesi mál, á tí sum teir kalla "sjálvstýrisleið":
Yvirtøkur:
Fólkakirkjan
Fjølmiðlaábyrgdarlóg
Vinnufelagslóggáva
Tilbúgvingin
Tinglýsingin
Ikki eitt orð um at Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar ella um sjálvberðandi búskap. Einki um sjálvsavgerðarrætt. Í staðin verður ríkiseindin hálovað og grundlógararbeiðið verður steðgað. Jú hetta var lívsverkið, sum Anfinn hevði at reypa sær av, uttan at rodna. Eitt syndarligt úrslit!
Fólkaflokkurin óálítandi og svikaligur.
Ikki kann sigast annað, at fólkaflokkurin hevur roynst svikaligur samstavspartnari hjá teimum flestu. Í 1980 sleit hann ACE-samgonguna vegna eitt ferjukeyp. Val varð útskrivað í ótíð, og fór hann tá í samgongu saman við B og D. Aftur sleit A samgongan í 1990 millum ABE. Aftur varð val útskrivað í ótíð, og eftir valið kundu A og C einsamallir gera samgongu. Nú skuldi veri laga á monnum, tí færri flokkar í samgongu, jú minni klandur, men so var ikki. Fólkaflokkurin sveik enn einferð samgonguskjalið, og tær avtalur, sum hann hevði skrivað undir uppá.
Í 1998 fingu vit tað søguligu sjálvstýrissamgonguna ADE. At byrja við var stevið gott, men tá fólkaflokkurin sveik fólkið og leyp frá avtaluni/lyftið um fólkaatkvøðu, fór samstarvið at skinkla.
Fleiri ferðir samráddist fólkaflokkurin undirhonds við t.d. javnaðarflokkin um nýggja samgongu, men hetta eydnaðist ikki, tí hvør vil fara í samgongu við slíkum óálítandi og svikafullum samstarvspartnara?? Tá nýggj samgonga varð skipað eftir valið í 2002, sveik fólkaflokkurin enn einaferð, við at geva andstøðuni tingformannin. Størri háð og vanvirðing hevur enn eingin víst einum samstarvspartnara her á landi.
Føroya fólk gav undan farnu samgongu álitisváttan við valið, men aftur her sveik fólkaflokkurin veljaran og samgonguflokkarnar. Hann vildi heldur droppa sjálvstýrið og geva seg undir sambandsflokkin, hóast hann fekk boði framhaldandi samstarv við øðrum fólkafloksløgmanni, men hetta varð vrakað, tí tað skuldi verða eitt diktat varð sagt. At sambandið og javnaðarin gav teimum sama diktat hevði minni at siga. Umráðandi var at hevna seg inn á tjóðveldi og enn einaferð svíkja samstarvspartnaran og vinna honum neisur, so vertin á hvat meirilutin av føroya fólki ynski.
Borgarlig samgonga.
Einaferð, tá ein samgonga slitnaði har C og A vóru partar av, segði táverðandi løgmaður Atli P. Dam, at hann ikki vildi sita í samgongu og bara umsita borgarligan politik. Tá eg lesi nýggja samgonguskjalið ígjøgnum, sum ikki er annað enn røntan og krutl, finni eg bara borgarligan sambandspolitik har, og eitt evarska líti vet av "sjálvstýrispolitikki", sum er sera gjánkasliga orðað, so nú er vent í holuni. Har eru eingi javnaðar-fingramerkir at finna. Teir rappau dúgliga undan valinum, at vend mátti koma í, men ídag vendur alt tann skeiva vegin So onkur hevur selt seg til bara at umsita borgarligan politik, einans fyri at gerast løgmaður í eina stutta tíð. Klandrið byrjaði longu dagin eftir. Teir vistu ikki hvat teir høvdu skrivað undir uppá, og klandrið heldur áfram.
Yvirtøkur verða ongar, og als ikki nøkur yvirtøka av fólkakirkjuni. Sambandsflokkurin sigur seg vilja yvirtaka kirkjuna, men gamaní at siga seg vilja yvirtaka, tá ein altíð leggur afturat: ikki nú, men tá vit hava ráð. Soleiðis kunnu vit bíða í 100 ár um tað skal vera.
Tvøroyrarskjalið endaði í pappírskurvuni. Hetta skjal, sum varð undirskrivað av danska forsætisráðharranum og fyrrverðandi løgmanni, sum segði, at so at siga alt kundi yvirtakast. Aftur nú verða myndir vístar í hesum døgum í bløðunum frá hesi undirskriving, meðan nakrir býráðslimir av Tvøroyri standa sum tinsoldátar aftanfyri, sum eitt slað av "body guards". Sambandsvongurin í fólkaflokkinum vann, og lívsverkið hjá Anfinni blakað á køstin. Hann má bara makka rætt. Jú eitt syndarligt úrslit av einum lívsverki. Við einum so ivasamum og svikaligum flokki, verður samgonguni ikki langt lív lagað.