Ælabogin á konsertferð í Noregi

Orkestrið Ælabogin kom aftur av eini væleydnaðari konsertferð í Noregi mikudagin 17. juni

Spenningurin var í hásætinum 2. hvítusunnumorgun, tá orkestrið Ælabogin var við, tá Norrøna legði frá landi í Havn til Bergens. Orkestrið skuldi til TREFF 03 í Tróndheimi í Noregi. Øll vóru sera spent upp á, hvussu hesin túrur fór at verða, tí tey høvdu jú bara spælt til tiltøk í Havn fyrr. So hetta at fara á uttanlandaferð at spæla var nakað heilt nýtt fyri øll.
Túrurin fekk eina avbera góða byrjan, tí hetta var tann fyrri harmonikutúrurin við Norrønu, og tey vórðu øll sera væl móttikin av øllum umborð. Tey spældu tvær ferðir umborð, og ferðafólkini tóku sera væl í móti teirra framførslum. Harafturat fingu tey eisini hjálp frá harmonikuspælarunum.
Tá tey vóru komin til Bergens gekk leiðin beinleiðis til Lerdal, har tey svóvu ta fyrstu náttina. Túrurin í bussi til Lerdal var í sær sjálvum eitt upplivilsi. Tey koyrdu ígjøgnum ikki minni enn einar 50 tunlar, har av ein teirra var 24 kilometrar langur.
Dagin eftir koyrdu tey víðari til Dombås. Landslagið var sera stórsligið at koyra ígjøgnum. Tey koyrdu um Hardagerviddda Jotunheimin, oman fyri træmarkið og har var kavi á vegnum.
Í Dombås búðu tey í smáttum, og har var gott at vera. Um kvøldið fóru tey á írsku pubbina " Dirty Nelly". Hetta var dagin, tá Føroyar spældu í móti Týsklandi á Tórsvølli, og eigarin av pubbini var so vinarligur, at hann fann dystin fram til tey á stórskíggja, so tey fingu høvi til at síggja dystin.
Hósdagin 12. juni hildu tey frí og nutu dagin í Dombås. Tey fóru ein túr inn í býin, í Trollparkina og heilsaðu upp á Dovregubban. Eisini svumu tey og sluppu ein túr á rossabaki.

Fríggjadagur 13.
Fríggjadagin gekk leiðin so til Tróndheim. Og tað at hetta var fríggjadagur tann 13. skuldi av sonnum vísa seg hjá ferðalagnum. Tey skuldu koyra í einum bussi til Tróndheim. Túrurin varð mettur at taka umleið tríggjar tímar, men hann kom at varða nógv longur enn tað. Tey vóru so óheppin at koma at sita á einum steðgiplássi í fimm tímar umringaði at nógvum kúm. Hetta fingu hvørki bussførari ella vertir teirra í Tróndheimi gjørt nakað við, hóast tey royndu alt tað, tey kundu. Men føroyska ferðalagið tók hetta við góðum lagi, og tey komu til Tróndheims í tveimum mini-bussum kl. 17:30 um kvøldið bæði móð og troytt.
Leygardagurin var tann stóri dagurin, sum tey høvdu ferðast so longi fyri at vera við í. Hann byrjaði við góðum veðri, og lagið var gott á øllum. Fyrst gingu øll orkestrini skrúðgongu gjøgnum býin, síðani varð stevnan sett á torginum, og Ælabogin vóru fyrst at framføra. Tey spældu á torginum fyri stórari mannamúgvu, sum klappaði dúgliga fyri teimum.
Av tí at hetta sama vikuskiftið var bæði bý-veitsla og Harley Davidson-treff, so máttu hini orkestrini spæla á einum øðrum torgi, men allar framførslurnar vóru væleydnaðar. Um kvøldið var stór veitsla við góðum dansi. Og er tað nakað hesi fólkini dugdu, so var tað at hugna og stuttleika sær til eina tílíka veitslu. Tey hildu á til midnátt, tá fóru øll heim.
Sunnudagin vóru tey og hugdu at Nidarrós Dómkirkjuni. Ein sera stórsligin og flott kirkja. Aftaná fóru tey til grillveitslu í Sverresborg, har onnur orkestur eisini vóru við. Seinni koyrdu tey aftur til Dombås, har tey fóru á pizzaria, áðrenn tey fóru í koyggjurnar á vallaraheiminum í Trolltun. Dagin eftir hildu tey leiðina fram til Lervik og síðani til Bergen og Norrønu.
Ferðalagið letur sera væl at túrinum. Og tey siga, at tey búðu sera væl og høvdu allar hentleikar. Eisini tá hugsað verður um fólk í rullustóli.
? Hetta hevur verið ein strævin, men stuttlig ferð í Noregi. Og vit vilja takka okkara stuðlum og Smyril Line fyri beinasemi í sambandi við ferðina, og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, sum gevur okkum møguleika fyri at vera saman um tónleikin hvørja viku, sigur ferðalagið, sum var aftur í Føroyum í øllum góðum mikudagin í seinastu viku.