Størsti andstøðuflokkurin í Bretlandi, Labour, er nú tilreiðar at geva bretsku stjórnini tað valið í desember, sum stjórnin vil hava. Tað sigur Labour-leiðarin Jeremy Corbyn í eini fráboðan.
Sambært Corbyn merkir útsetingin av skilnaðinum við ES til 31. januar, at tað nú er góð tíð, har gjørligt er at halda val og uttan vanda fyri, at landið fer úr ES uttan avtalu.
Boðini koma, dagin eftir at konservativa stjórnin í Bretlandi uttan hepni royndi at fáa Undirhúsið at skriva út val.
Boðini frá skrivstovuni Jeremy Corbyn, sum hevur endurgivið tað, sum Crobin hevur sagt skuggastjórn síni í dag.
– Eg hava alla tíðina sagt, at vit eru klár til val, men at stuðul okkara til tess var treytaður av, at forðað varð fyri brexit uttan avtalu, segði Corbyn sambært boðunum til skuggastjórnina.
– Vit vilja nú sjóseta ta mest framsøknu og víðgongdu herferðina, sum land okkara hevur sæð.
Stjórnin hevur roynt at fáa eitt val fyri at koma úr naggatódnini, sum hon sjálv kallar bretskan politikk í løtuni.
Bretska tjóðartingið hevur avvíst tær avtalur sum bæði fyrrverandi og núverandi stjórn hevur samráðst upp á pláss við ES. Men tingið hevur eisini víst aftur at fara úr ES uttan eina avtalu
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur tí bjóðað andstøðuni til eitt val, har tað meiriluti skal finnast fyri onkrum vegi fram.
Roknað verður við, at Boris Johnson fer at koma við fjórðu roynd síni at fáa meiriluta í Undirhúsinum fyri at skriva út val í dag.
Stjórnin hevur ynskt val 12. deesmber. Tveir av teimum smærru andstøðuflokkunum, Liberaldemokratarnir og skotski SNP vilja hava val 9. desember.
Tað er ikki greitt, um boðini frá Jeremy Corbyn merkja, at Labour fer at góðtaka eitt val 12. desember, ella um tað skal vera ein annan dag.
/ritzau/Reuters