- Eg hoyri um prísir, sum eru 50-51 krónur fyri laks, sum liggur millum 3 og 5 kilo, sigur ein laksainnflytari við iLaks, sum ger sínar metingar um spottprísin á laksi fyri vikuna, sum liggur fyri framman.
Tær 50-51 norsku krónurnar, sum innflytarin sipar til, eru slakar 37 krónur í okkara peningi.
Hetta merkir, um tølini hjá innflytaranum halda, at talan verður um enn eina viku við falli í prísinum á laksi - ella fjórðu viku á rað við lækkandi prísum.
iLaks vísir á, at slíkur prísur, sum liggur í niðara enda av 50 norskum krónum, er hin lægsti, sum er skrásettur í juni heilt síðan 2015.
Ein annar í laksavinnuni heldur, at laksur á 3-4 kilo fer fyri 50 norskar krónur og at laksur, sum vigar 4-5 kilo, fer fyri 53-54 krónur.
Útlit eru eisini til, siga tey í laksavinnuni, at laksur, sum er 5 kilo og størri, kanska fer at geva einar 57-58 krónur fyri kilo.
- Evropa rindar ikki so nógv, men flogmarknaðurin er góður, sigur ein kelda í laksavinnuni við iLaks í dag.
Vit kunnu leggja aftrat, at 57-58 norskar krónur, svara til stívliga 42 krónur í okkara peningi.