Hetta ger Læknafelag Føroya vart við í yvirlýsig í kvøld. Felagið sigur, at seinastu árini er ágangur móti fólki í ávísum størvum øktur.
– Serliga er ágangur móti starvsfólki innan heilsu, røkt og umsorgan øktur, men eisini lærarar hava nýliga gjørt vart við ágang frá næmingum. Í seinastuni hava fleiri læknar verið fyri ágangi, bæði beinleiðis í sínum starvi, men eisini óbeinleiðis á sosialum miðlum vegna sín leiklut innan ávís serøki. Læknafelag Føroya vil við hesari yvirlýsing vísa á økta ágangin móti læknum og at læknar ofta arbeiða undir ótryggum umstøðum, sum kunnu hava álvarsligar fylgjur við sær, sigur Læknafelagið.
Yvirlýsing
Læknafelag Føroya átalar økta ágangin móti læknum.
Seinastu tíðina hava verið fleiri tilburðir, har læknar – yngri og eldri – hava verið fyri hóttandi atburði frá fólki. Dømi eru um beinleiðis hóttanir ella hóttandi atburð móti læknum í skaðastovum, í kommunulæknaviðtalum og í sjúkrahúsambulatorium. Eisini eru fleiri dømi um beinleiðis og óbeinleiðis hóttanir á sosialum miðlum.
Læknafelag Føroya stúrir fyri trygdini hjá læknum.
Í nógvum førum arbeiða læknar einsamallir – ofta tí at tað serstaka sambandið millum lækna og sjúkling gevur bestu viðgerðina, men í summum førum av tí at ongi starvsfólk eru at hava aftrat sær. Aftrat hesum eru karmarnir fyri trygd ikki nóg góðir – mannagongdir fyri trygd hjá heilsustarvsfólki eru ógreiðar, rýmingarleiðir ikki nøktandi og manglandi vegleiðing er fyri starvsfólk, sum hava verið fyri hóttandi atburði ella ágangi.
Læknafelag Føroya stúrir fyri trivnaðinum hjá læknum.
Avleiðingarnar av omanfyri nevndu kunnu vera álvarsligar. Beinleiðis og óbeinleiðis ágangur ávirkar nógv. Fleiri læknar umhugsa annað starv, summi arbeiða minni og uppaftur onnur mistrívast. Í ringasta føri kann standa um lív.
Tiltøk til betran av umstøðunum neyðug.
Læknafelag Føroya vil við hesum vísa á tørvin á betran av fysisku og sálarligu trygdini hjá læknum og øðrum heilsustarvsfólki og varpa ljós á tann ágangin, sum fer fram, bæði fysiskt, sálarligt og á sosialum miðlum.
Vegna nevndina í Læknafelag Føroya
Gunnhild Helmsdal