Lækni í Berlin skuldsettur fyri at hava dripið 15 fólk

Løgreglan í Týsklandi kannar 75 mál afturat, sum kunnu hava samband við læknan, sum er skuldsettur fyri dráp.

Ein 40 ára gamal lækni úr Berlin er skuldsettur fyri at hava dripið 15 sjúklingar við eini deyðiligari blanding av ymiskum sløgum av heilivági.

Tað upplýsir týska ákæruvaldið, sambært týsku tíðindastovuni dpa og blaðnum The Guardian.

Morðini skulu hava verið framd millum 22. september 2021 og 24. juli 2024.

Læknin varð handtikin í august í fjør. Fyrst var hann undir illgruna fyri fýra dráp, seinni átta, síðani tíggju - og nú er ákæran 15 dráp.

Sambært ákæruvaldinum drap hann síni offur við eitrandi blandingum, sum vóru ymisk sløg av medisini.

Yngsta offrið er ein 25 ára gamal sjúklingur, meðan elsta offrið í málinum er ein 94 ára gamal sjúklingur.

Meðan læknin í løtuni er skuldsettur fyri 15 morð, kann málið vísa seg at vera nógv størri. Løgreglan kannar 75 mál afturat, sum kunnu hava samband við læknan.

 

/Ritzau/