Koronurakti kommunulæknin arbeiddi heilt framm til í gjár, fríggjadagin, áðrenn hann kundi fara til hús. Hini bæði starvsfólkini á Læknamiðstøðini á Sandi fingu staðfest koronu mikudagin.

Kommunulækni var á vakt hóast hann hevði koronu

Í Sandoynni verður Petur Højgaard róstur fyri, at hann var til arbeiðis alla vikuna og tók sær av bráðfeingis uppgávum í oynni, hóast hann hevði koronu.

 

Koronurakti kommunulæknin arbeiddi heilt framm til í gjár, fríggjadagin, áðrenn hann kundi fara til hús. Hini bæði starvsfólkini á Læknamiðstøðini á Sandi fingu staðfest koronu mikudagin.

Seinastu dagarnar í vikuni hevur Læknamiðstøðin á Sandi verið stongd fyri vanligari viðtalu. Orsøkin er, at kommunulæknin og bæði starvsfólkini á støðini hava fingið staðfest koronu. 

 

Men, hóast Læknamiðstøðin hevur verið stongd fyri viðtalu, hevur koronurakti læknin, sum er Petur Højgaard, verið til arbeiðis hvønn dag og hevur tikið sær av bráðfeingis uppgávum í Sandoynni alla vikuna.

 

Tey, sum hava havt við læknan á Sandi at gera fyrstu dagarnar í vikuni, siga, at Petur Højgaard var ikki til at kenna aftur á málinum. Men, hóast læknin var illa fyri, bar ikki til hjá Heilsutrygd at finna ein avloysara.

 

Tí arbeiddi koronurakti læknin heilt framm til í gjár, fríggjadagin, áðrenn hann kundi fara til hús. Hini bæði starvsfólkini á Læknamiðstøðini fingu staðfest koronu mikudagin. 

 

Í Sandoynni verður Petur Højgaard róstur fyri, at hann var til arbeiðis alla vikuna og tók sær av bráðfeingis uppgávum. Hugburðurin hjá læknanum var, at tá tað ræður um lív og heilsu hjá fólki, ella talan er um bráðfeingis tænastur annars, má korona vera korona.

 

##med2##

 

Í masku og handskum útinti hann soleiðis sítt arbeiði, sum tað sømir seg einum góðum og dugnaligum lækna, og í Sandoynni hevur Petur Højgaard altíð verið nógv avhildin.

 

Hósdagin og fríggjadagin var Læknamiðstøðin á Sandi stongd fyri vanligari viðtalu, men bráðfeingis telefonin hjá læknanum var opin.

 

Hósdagin og fríggjadagin tóku onnur enn vanligu starvsfólkini sær av koronu-kanningunum, og hesi koma eisini at taka sær av kanningunum í næstu viku.   

 

Mánadagin komandi verða koronu-kanningar á Sandi klokkan 11, og annars verður lýst, nær kanningar verða hinar yrkadagarnar í vikuni sum kemur. Oftast byrja koronu-kanningarnar seinnapartar um 17-tíðina.

 

Koronurakti kommunulæknin arbeiddi heilt framm til í gjár, fríggjadagin, áðrenn hann kundi fara til hús. Hini bæði starvsfólkini á Læknamiðstøðini á Sandi fingu staðfest koronu mikudagin.

Petur Højgaard, kommunulækni.