Ikki bara tosar hon reint føroyskt, hálvføroyingurin í Íslendska filminum, Agnes. Hon tosar eisini reina suðuroyarar dialekt.
Mamma Mariu er nevniliga úr Vági. Sum barn hevði hon Thorsteinson til eftirnavn. Sjálv hevur Maria ongantíð búð í Føroyum, men hon hevur ofta verið og vitjað.
? Sum barn var eg ofta her í Føroyum og vitjaði familjuna. Hetta dámdi mær sera væl. Eina summarfrítíð arbeiddi eg eisini í Havn. Í Skálabúðini um dagin og á einum pylsuvogni um kvøldið, sigur Maria.
? Sum barn haldi eg, at eg kann siga at Føroyar varð mítt annað heim. Men nú er tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland. Tí er tað faktiskt 8 ár síðani eg var í Føroyum síðst.
- Tað er stuttligt at koma aftur til Føroyar. Hesaferð er mamma við, og hon nýtir at ganga runt í Havn og síggja hvussu alt er broytt, sigur Maria.
Tolin, realistisk og jarðbundin
? At eg havi føroyska bakgrund eisini hevur havt sína ávirkan meg. Eg haldi meg hava tað frá mammu at hava bæði beinini á jørðini, at verða realistisk og ikki minst at vera tolin. Í yrkinum, sum eg havi, má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina.
Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon var í Hollywood vildi hon ikki búgva í sjálvum býnum, men í staðin búði hon á einum bóndagarði uttanfyri sjálvan býin.
Byrja í smáum
Fyri fýra árum síðani kom Maria aftur til Ísland. Umstøðurnar fyri hennara yrki eru ikki tær som í USA sum í Íslandi, men tað ber kortini til at liva sum sjónleikari í Íslandi heldur Maria.
? Í USA hildu tey tað verða ótrúligt at vit í Íslandi kundu gera filmir, tá ið tey hugsaðu um fólkatalið. Tað er bara tað av vit ofta gera ov nógv burturúr. Vit skuldu heldur lagað tað til okkara umstøður og gingið út frá tí.
? Tað sama haldi eg eisini, tit kundu gjørt í Føroyum. Ein má byrja í smáum, sigur Maria og vísir soleiðis evnini at seta seg inn í føroysk viðurskifti.