Javnaðarflokkurin vil menna samfelagið við solidariskum skipanum, har øll lyfta í felag, og har eingin einstakur ger sær dælt av felags virðum og tilfeingi okra.
Mangir rópa hart at vinna sær atkvøður og serstakliga teir smáu flokkarnir, ið hava smá útlit til at sleppa í tingið aftur. Tykur suðuroyingar standið á varðhaldi og spillið ikki atkvøðu til hesar flokkar, tí tað er ein atkvøða av oynni. Í dag er bert ein flokkur við einum greiðum politiskum boðskapi til alt landið og alt fólkið, og tað er javnaðarflokkurin, listi C, sum tykur fylkjast um valdagin.
Samferðlan
Okur suðuroyingar hava verið fyri einum ógvusligum bakkasti á samferðsluøkinum, tá ið landsstýrið beindi okum fyri Teistanum, og samstundis kvettu teir tað framúr góða sambandið til Skotlands, rutan hjá fiskaútflytarunum og ferðarutan hjá tí vanliga fólkinum, ið sjálvt rindaði sín ferðaseðil. Javnaðarflokkurin ávaraði, men lítið bataði, og nú er ov seint at leika í um skeivar avgerðir, tá ið man sat og snorksvav, meðan hetta lokabragd varð framt. Ógvuliga tungt um enn ikki ómøguligt verður at byggja uppaftur, og hetta er uttan iva bert ein forsmakkur av, hvat aðrar privatiseringar, ið so nógv verður tosað um, fara at føra til.
Mangir av vegunum í oynni eru niðurslitnir og klára ikki flutningin, ið serliga vinnulívið hevur tørv á. Í fyrstu røð er tann fýrati ára gamli Hovsvegurin, ið eisini er vandamikil um veturin og alt ov dýrur at útbyggja til nútíðar flutningstørv. Tí er lættasta og besta loysnin eitt berghol ímillum Øravík og Hov og í næstu syftu millum Hov og Fámjin. Hetta eru bert stuttir teinar, og nógv er at vinna í viðlíkahaldi av teimum gomlu fjallavegunum.
Familjan
Hesi seinastu árini hevur tann vanliga familjan havt tað trongt, og mangar eru tær familjurnar, ið hava verið noyddar at flyta av landinum, tí útlitini at klára seg hava verið so smá. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri, at øll, sum hava tilboð at virka og liva her á oyggjunum, skulu hava møguleika fyri tí.
Barnsburðarfarloyvi skal vera longt, og tað skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin. Mamman skal ikki vera bangin fyri at missa sítt arbeiði vegna bransferð, og ansingarmøguleikar skulu vera eftir tí tørvi, ið er á teimum plássunum, man býr.
Javnaðarflokkurin vil arbeiða áhaldandi fyri, at toppurin verður tikin av kommunuskuldini áðrenn aldarskiftið, við at landskassin og kommunali veðhaldsgrunnurin arbeiða í felag um hetta. Tann kommunali veðhaldsgrunnurin verður útbygdur til ein kommunalan lánigrunn, so at hann í framtíðini verður førur fyri at fíggja allan láni -og fíggjartørv hjá kommununum.
Eydnast hetta, og tað ger tað, um veljarin vil tað, so verður lættari at búseta seg um alt landið uttan at skula hugsa um, hvussu høgur skatturin er. Hetta fer at skapa trivnað og gleði fyri mong, og tað ógvusliga trýstið, ið nú er á miðstaðarøkinum, fer at linka munandi.
Okur fara at arbeiða fyri einari munandi meira sosialari skattaskipan, har høvuðsdenturin verður lagdur á korini hjá lág -og miðalintøkunum. Harafturat skal lógin um dagpening verða broytt, so at sjúkradagpeningur verður veittur frá fyrsta sjúkradegi, og karensdagsskipanin verður sett úr gildi
Skúlin
Javnaðarflokkurin er ikki í iva um, at undirvísingin er grundarlagið undir øllum framtíðar virksemi, ið setir alt størri krøv til kunnleika á ymiskum støði.Tí skulu foreldrini trygt kunna senda síni børn í ein skúla, ið lýkur øll nútíðar krøv og hevur tær neyðugu játtaninar ti tess at kunna uppfylla hesi krøv. Byggir skúlin bert á fín orð í eini lóg utan neyðugar játtanir, so er hann einki verdur og hevur einki hald í veruleikanum. Javnaðarflokkurin vil, at øll børn, uttan mun til hvar tey búgva, skulu hava eina eins dygdargóða undirvísing.
Tey ungu
Øll ung, ið fara á miðnámsskúla ella til aðra aðra útbúgvin, skulu fáa stuðul á jøvnum føti uttan mun til aldur ella heimlig viðurskifti. Somuleiðis vilja okur arbeiða fyri, at øll fáa frían flutning til útbúgvingarstaðin og fríar grundbøkur til útbúgvingina. Tástani kunnu okur siga, at okur hava eins tíðarhóskandi útbúgvingarviðurskifti og grannalondini.
So vilt tú landi tínum væl, vilt tú vældømi tínum væl, og vilt tú tær sjálvum væl, so far á val og set kross við lista C, Føroya Javnaðarflokk.
Johan Joensen,
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy