Lættari føroyskur dansur

.

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin í sving. Felagið Tøkum Lætt, ið var stovnað fyri fýra árum síðani, bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

Málbólkurin er serliga tey, sum ikki hava dansað so nógv føroyskan dans frammanundan, men sum hava hug til tað. Í felag verður avtalað, hvat skal lærast, og nógv av tí lætta verður havt á gólvi hvørt dansikvøld. Ætlanin er, at skráin verður so fjøltáttað sum møguligt við styttri vísum og tættum, umframt teimum longru kvæðunum. Tiltakið er soleiðis eisini nakað fyri tey meira royndu.

Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld í Hornahúsinum í Havn.