Hotel Djurhuus-deildin:
Fleyr – Dráttur 3-0 (25-23, 25-18, 25-11)
Tað var um reppið, at Fleyr ikki vann fyrsta settið, tí Dráttur var frammanfyri bæði 19-17 og 23-22, men Fleyr helt høvdið kalt, javnaði, fór framum og vann settbóltin við einum serviessi.
Dráttur fylgdi væl við til 11-13 í øðrum setti, tá munurin vaks upp í sjey stig, sum helt sær restina av settinum, sum Fleyr vann 25-18.
Í triðja setti fór Fleyr við tann spentar ál upp á 14-1, og í sínum 11 servum hevði Hanna Andreasdóttir Olsen fimm ess. Tað var eisini eitt serviess sum endaði ballið, tá Brynja Jákupsdóttir servaði til 25-11.
Mjølnir – TB 3-0 (25-15, 25-12, 25-16)
Í Klaksvík vitjaði TB Mjølnir, og eina løtu sá út sum, at TB fór bjóða heimaliðnum av, tí TB legði seg á odda 9-8 í fyrsta setti, men eftir hetta kom stígur í hjá TB, og Mjølnir vann settið 25-15.
Var nakar spenningur yvirhøvur um restina av dystinum, so hvarv hann alt fyri eitt, tá ið Mjølnir hevði lagt seg á odda 12-1 í øðrum setti, áðrenn tað varð vunnið 25-12.
Líka skjótt gekk í triðja setti, har Mjølnir legði seg á odda 8-2 og 16-8, áðrenn settið varð vunnið 25-16.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
SÍ |
6 |
12 |
16 |
|
2 |
Fleyr |
6 |
7 |
12 |
|
3 |
Mjølnir |
5 |
7 |
11 |
|
4 |
KÍF |
6 |
-4 |
7 |
|
5 |
TB |
5 |
-5 |
5 |
|
6 |
Dráttur |
6 |
-17 |
0 |
---------------
Mynd: Fleyr
---------------------------------
Flogbóltssamband Føroya
---------------------------------











