Ólag hevur verið á innsavningini í meginøkinum alla vikuna vegna veður, boðar IRF frá.
Innsavningin varð tikin uppaftur í dagr, og heldur fram fríggjadagin, 10. januar.
Roynt verður at innsavna ymsastaðni runt í meginøkinum, alt eftir hvussu tað viðrar.
Vegna veður vilja vit enn staðiliga heita á fólk, sum ikki hava ruskstativ, ikki at seta ruskposan út, sigur IRF í fráboðan.
Eisini í Suðuroynni er ólag á innsavnan av burturkasti.
Hvítu posarnir, sum eftir ætlan skuldu heintast í dag 9. januar, verða heintaðir hósdagin, 16. januar, í staðin (Talan er um hvítu posarnar í norðaru helvt av Suðuroynni).
Ætlanin er at heinta størsta partin av teimum gráu posunum 9. januar, og restina fríggjadagin, 10. januar, skrivar IRF á síni heimasíðu.