Í farnu viku lækkaði europeiski miðbankin enn eina ferð rentuna. Donsku bankarnir vóru skjótir aftaná. Føroyska rentan fer helst at kvinka sama veg, men hon er framvegis væl hægri enn rentan á meginlandinum, og tað verður mett lítið sannlíkt, at hon fer at lækka niður á tað støðið, sum europeiska rentan er á. Føroysku peningastovnarnir siga, at rentumunurin er ov lítil. Um ætlanin er at økja um munin, so fer innlánsrentan at lækka meiri enn útlánsrentan.
Pensum plagdi at vera, at tá ið rentan lækkaði, so minkaði áhugin fyri at spara upp, og at áhugin fyri at læna til nýtslu og at gera íløgur øktist, og tað átti so aftur at borið við sær, at eftirspurningurin eftir arbeiðskraft øktist, og at arbeiðsloysið harvið minkaði.
Higartil hava rentulækkingarnar ikki víst seg at havt hesa ávirkan. Eftirspurningurin er framvegis minkandi, og álitið á skipanina er burtur. Tað vísir seg vera meiri enn torført at endurskapa álitið, og tað ber við sær minni samfelagskøku, inntøkugrundarlagið hjá tí almenna minkar – minni løn at skatta av og minni MVG og avgjaldsinntøkur - og harvið verður vælferðarsamfelagið sett undir trýst.
Gongdin minnir um hana í sjeyti árunum, tá ið tað eisini lak ímillum teori og praksis. Tað varð sagt, at um prísvøksturin var stórur, so minkaði arbeiðsloysið. Hetta var satt, inntil oljukreppuna, tá ið prísvøksturin og arbeiðsloysið fóru at ganga hond í hond. Tað tók meiri enn tíggju ár at vinna á oljukreppunum, sum herjaðu øll sjeyti árini.
Í Føroyum kunnu vit fegnast um lækkandi oljuprísirnar. Vit kunnu eisini staðfesta, at tað innan fiskivinnuna vendir øðrvísi, enn tað plagar: upsafiskiskapurin er góður, og upsaprísirnir eru høgir. Lítið er til av toski, og toskaprísurin er í botni. Tað sigast vónir vera um, at toskaprísurin fer at fara upp nú uppundir páskir. Tað hevði komið væl við.
Í búskapi og fiskiskapi eru føroyingar ikki kendir fyri at halda seg á miðjuni. Antin er tað heilt gott, ella er tað heilt í hinum borðinum. Tað plagar ikki at vera nakar millumvegur, tí bogin verður høgt spentur. Um tað skuldi borið til at fingið onkrar bygnaðarligar tillagingar í núverandi støðu, so kundi tað verið, at lækkandi rentan ger, at nú er lagaliga løtan at fáa rentustuðulin lækkaðan, uttan at tað hevði órógvað so nógv, og tað kundi verið, at veiðutrýstið í toskafiskarínum varð skert, nú alt ov mongu línuskipini hava meiri enn ilt við at fáa tað at hanga saman.
Royndirnar siga, at politiski myndugleikin hevur ilt við at taks seg saman at gera nakað sum helst við fiskivinnuna. Tað kann hugsast, at illa sperdu peningastovnarnir nú fáa møguleika at taka sær av tí uppgávuni – á sama hátt sum teir fyri fáum árum síðani tóku avbjóðingina at tillaga alivinnuna á seg - og at politiski myndugleikin tók seg saman at niðurlaga rentustuðulin. Um hetta hevði eydnast, so høvdu átøk, sum heilt víst høvdu komið samfelagnum til góða, verið tikin, meðan tað brýtur í bæði borð. Tað hevði klætt peningastovnunum og myndugleikanum.