Løgtingið samtyktið í februar 2024 lógaruppskot um at gera afturberingina av MVG fyri grønar hitaloysnir lagaligari, soleiðis at afturberingin av MVG fyri grønar hitaloysnir heldur fram í 2025, og at afturberingartíðarskeiðið verður longt til og við 2027.
Samtykta uppskotið hevur við sær fulla afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir í 2024. Minkingin í afturberingini byrjar ikki fyrr enn í 2025, og hon verður meira stigvís og lagalig enn tað, sum var samtykt í undanfarnu lóg, stendur at lesa í ískoytistilfarinum til ólavøskurøðu løgmans.
Nýggja lógin fer at leggja upp til, at í 2025 verður MVG frítøkan 75%, í 2026 50%, og í 2027 25%.
Frá 2028 verður ongin frítøka.