Tað resta sjey umfør, og tí er framvegis nógv at spæla um, og støðan kann broytast.
Men tað kann fara at vísa seg, at úrslitið í oyggjauppgerðini, sum seinnapartin verður í Fuglafirði, verður avgerandi fyri, um tað vera eitt ella tvey lið, sum fara at kvalifisera seg til bestu deildina.
Tað verður avgerandi fyri, um eitt ella tvey lið fara at flyta niður úr bestu deildini.
Treytin fyri at flyta upp er, at liðið endar ikki lægri enn á triðja plássi.
Seinnapartin hittast ÍF og B68. ÍF er næstfremst við 45 stigum, NSÍ er á triðja plássi við 40 stigum, og B68 er á fjórða plássi við 39 stigum. NSÍ vann fríggjakvøldið 5-1 ímóti Suðrginum og hevur spælt 21 dystir, meðan ÍF og B68 hava spælt 20 dystir.
ÍF og B68 hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. 5. mai vann B68 6-1 á Svangaskarði, og 2. juni vann ÍF 1-0 í Fløtugerði.
21. umfar
Ídag:
ÍF – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
Víkingur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Giza Hoyvík – HB: Rúni Olsen kl. 12.30
B71 – Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Fríggadagin 31. August
Suðringar – NSÍ 1-5
Støðan
KÍ | 20 | 15 | 3 | 2 | 56 | 19 | 48 |
ÍF | 20 | 14 | 3 | 3 | 68 | 34 | 45 |
NSÍ | 21 | 12 | 4 | 5 | 64 | 29 | 40 |
B68 | 20 | 12 | 3 | 5 | 43 | 25 | 39 |
Víkingur | 20 | 9 | 1 | 10 | 29 | 39 | 28 |
B71 | 20 | 8 | 0 | 12 | 36 | 51 | 24 |
Skála | 20 | 6 | 3 | 11 | 33 | 41 | 21 |
HB | 19 | 5 | 4 | 10 | 31 | 32 | 19 |
Giza Hoyvík | 20 | 3 | 5 | 12 | 22 | 40 | 14 |
Suðringar | 20 | 1 | 4 | 15 | 15 | 88 | 7 |