Lagnusymfoniin í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv

Føroya Symfoniorkestur hevur kend-asta og helst mest spælda symfoniska verkið á skránni, tá tað heldur konsertini sunnudagin 31. oktober í Norðurlanda-húsinum, 5. symfoni, "Lagnusymfoniina", av Ludvig van Beethoven. Á skránni er annars: Ouverturan til "Egmont" og klaverkonsert nr. 1 við Jóannes Andreasen sum solisti. Dirigentur: Bernhard Wilkinson


Um verkini:
Beethoven: Ouverturan til "Egmont"
Goethe hevði skrivað eitt drama, sum hevur sín uppruna í niðurlendska frælsisstríðnum. Niðurlendingar verða trælkaðir av spanska yvirvaldinum hjá Filippi II. Tað er tann tyranniski hertogin av Alba, sum stendur fyri trælkanini, og hann nýtir bæði inkvisitión - brennir fólk á báli - og aðrar grimdargerðir. Egmont greivi, tignarligasta stórmenni í Hálandi og av Filip II. tilnevndur guvernørur í Flandern og Artois landspørtunum, finnist at hesi trælkanini og roynir at fáa steðgað henni; men Alba nýtir snildir, og úrslitið er, at Egmont doyr sum pínslarváttur fyri fólk sítt.
Ein merkir í hesum tónleiki, hvussu tað við eini frælsishetju hevur ávirkað Beethoven; frælsi og frælsiskravið var ein av yndishugsanum hansara og gav Beethoven ein tann sterk-asta íblásturin. "Egmontmyndin verður annað enn myndin av einum ein-stak-lingi, men verður heldur ímyndin av mannaættini, sum verður trælkað við valdsgerðum, men sum í deyðanum verður krýnd við halgari glæmu", skrivar ein av ummælarunum.
Eins og fleiri av stórverkum Beethovens, so er eisini í hesum verki at byrja við ein dapur, nívandi lagdámur, ein avmyndan av ósemju og stríði, sum endar í ljósi og frøi.
Tað eru tungar moll-akkordir, sum byrja verkið, og tær koma aftur og aftur í verkinum. Nærmast eymkandi frasur í blásarunum; síðani kemur í bratsjunum eitt niðureftir gangandi motiv, sum verður endurtikið í ymsum tónalegum. Hetta leiðir til allegroina - hvørs høvuðstema verður avleitt av hesum - viðhvørt óttafult biðjandi, so aftur treiskt og sjálvsikkurt. Tá verkið er komið í hæddina hendir eitt dramatiskt íhald - nú er vanlukkan hend - síðani ein coda í F-dur, sum eins og ein strálandi gleðisfagn-aður endurgevur ærumikla hetjudeyða Egmonts.

Beethoven: Klaverkonsert nr. 1 í c-dur. Solistur: Johannes Andreasen
Hóast henda konsertin hevur nr. 1, so er hon komponerað seinni enn konsert nr. 2. Men av tí at hon var tann fyrra at verða útgivin, so hevur hon fingið fyrra talið. Verkið stavar frá 1797, og er Beethoven tá 27 ára gamal og merkist í hesum verki nakað ungdommiligt og frískligt, einki av tí stórbæra og máttmikla, sum kennist í hansara seinnu verkum. Solostemman er snildarlig og glitrandi, og er ein avbjóðing fyri ein og hvønn klaverleikara. Í fyrsta satsi kennist hugtakandi ungdóms kæti, sum ein hevur ilt við at ímynda sær frá tí Beethoven, sum ein kennir frá seinnu stórverkuum hansara. Kanska tú nærkast honum í tí romantiska largosatsinum. Í finalusats-inum, við ovfarakæti og fólkaligum dansistevi, kennist kanska eisini eitt sindur aftur av tí meira illfrýnta Beethoven frá seinnu árum.

Beethoven: Symfoni nr. 5 í c-moll. "Lagnusymfoniin".
Hetta er kendasta og mest spælda symfoniin í heiminum. Orsøkin er uttan iva tað, sum Beethoven hevur sagt um tær fyrstu taktirnar í hesum verki: "So klopft das Schicksal an die Tür!" ("Soleiðis bankar lagnan á hurðina") og hevur hetta úttalilsi fingið tankarnar hjá áhoyrarum at reika. Verkið verður tí vanliga fatað sum ein lýsing av stríðið menniskjans móti síni lagnu. Fortreytirnar fyri hesi hugsan er eydnuleysa lagna Beethovens, tann vaksandi deyvleikin, sum fór at gera alt meira um seg, meðan hann var í holt við hetta verkið; at enda hevði hann ta fyri ein musikara tristu lagnu at gerast heilt deyvur. Hann skrivar 16. desember 1801 til vinmannin Franz Wegeler: "Eg ætli mær at taka um kvørkrarnar á lagnuni! Hon skal ikki fáa meg um koll!".
Tað ganga mangar søgur um hendingar í sambandi við framførslur av hesi symfoni. Berlioz fortelur, at kenda sangarinnan Marlibran eftir eina framførslu var so hugtikin, at hon mátti berast út úr konsertsalinum, og at komponisturin Lesueur segði við seg: "Slepp mær út, eg má hava luft! Hetta var ótrúligt! Undursamt! ... Eg eri so í ørviti, at tá eg skuldi fáa mær hattin á høvdið, dugdi eg ikki at finna høvdið! Tílíkur tónleikur skuldi ikki verið skrivaður!"
Til tess svaraði Berlioz: "Ver tú púra róligur, tað verður ikki at henda ofta!"
Um verkið:
Tað ber til at meta teir fýra satsirnar sum byrjandi við eini vreiði sum linkar í tí róliga og meira bjartskygda øðrum satsi, í triðja ivi og svartskygni til fagnaðarrómin í fjórða satsi.
Fyrsti satsur, allegro con brio, byrjar við "bankimotivinum" - lagnuni sambært Beethoven - tvær ferðir endurtikið í fortissi-mo og skapar ein hóttandi lagdám. Hetta motiv verður borið runt í satsinum til øll ljóðførini, og kanska kemur hetta motiv í hæddina, tá hornini koma inn við tí í eitt sindur broyttum líki og strúkararnir halda fram við einum stuttum og blíðum lag; men hesin lagdámur hvørvur skjótt, og órógv og kvøl koma innaftur. Hetta stríð heldur fram til oboin setir inn við einum eymkandi lag, sum kanska er mest grípandi løtan í øllum satsinum. Men satsurin endar við at mótsetningar standa eins treiskir uttan at kunna sættast.
Annar satsur, Andante con moto, er ein variatións-satsur, har variatiónirnar eru vavdar saman við eitt marsjkent motiv, sum á onkran hátt gevur einum eitt ánilsi um tann lagdám og ta tónaart, sum kemur í seinasta satsi.
Triði satsur, Allegro, er ein scherzo, men ógvuliga sermerkt. Vit venda aftur til dapra lagdámin. Ein skuggakend lúrandi frasa í cellobólkinum og bassum fáa aftursvar frá hægru strúkarunum. Men knappliga kemur í hornunum við allari megi lagnumotivið frá fyrsta satsi. Úr hesum motivum verður satsurin bygdur. Upp móti hesum løgna og ótrygga lagdámi stendur trioin, sum eisini verður byrjað av cello og bassum, sum ein ógvusligur dansur, eitt fugato, har alt orkestrið verður drigið við. Er hetta svart skemt, ella boðar tað frá bjart-skygninum í seinasta satsinum? Løgnast er kanska tann spennandi yvirgongd-in til finaluna, enn í pianissimo, har fiólirnar so við og við hava uppeftirgangandi frasur, meðan paukurnar halda einum urgupunkt á einum longum C. Eftir eitt stutt crescendo byrjar ella brýtur fram
Fjórði satsur, allegro, við einum bergtakandi triumfmarsji og einari sigurshymnu. Fyrsti parturin er alla tíðina fortissimo. Øll ljóðførini eru við og alt er gleimur og gleði, tá und-antikið er eitt stutt petti mitt í satsinum, sum er ein áminning um loyndarfulla endan á triðja satsi, har vinnandi lagnumotivið kemur aftur, men nú í einum heilt øðrum týdningi. Stevið finst aftur í triðja partinum av satsinum, har tað skiftivís kemur fyri sum triolir, skiftivís sum fjórðapartar. At enda verður ferðin økt í eini stuttari coda, og symfoniin endar áminniligt á eini langari og endur-tiknari C-dur akkord.
Sum eitt kuriosum kann nevnast, at vit, sum upp-livdu seinna heimsbardaga, gjørdust kend við "bankimotivið" úr BBC; tí banki-motivið varð nýtt sum eyð-kennisljóð undan tíðinda-sendingunum. Stóð eins og eitt sigurstekin. Sama teknið vísti Churchill eisini við fingrunum. (Tí V stóð fyri victory og er morsiteknið fyri v . . . - ).

PS! Atgongumerki á 150 kr eru at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni.