Lailu Elfridu Nielsen til áminningar

Laila doyði bert 55 ára gomul. So fá vóru árini, og sum altíð, tá fólk doyggja, koma bíbiuorðini ?deyðadagur er betri enn føðingardagur? fram í hugan. Mundi deyðadagurin kennast Lailu sum ein loysn burtur úr einum lívi, ið bara gjørdist tyngri og tyngri? Kanska - men hvør varnaðist tað? Hon bar jú alt við toli og vón.

Fyri umleið 20 árum síðani kom hon við manni og soni úr Danmark og búsettist í Klaksvík. Har gjørdi hon skjótt vart við seg - fitt og fryntlig, sum hon var, og altíð fús at tosa um Bíbliuna. Leygarmorgun var hon í nógv ár ein fastur partur av gøtumyndini í Klaksvík, tí tá sást hon altíð til gongu á gøtuni, har hon bjóðaði øllum eitt prát og bíbilskan lesnað.

Vit, sum kendu hana, vita, at hon umframt hetta var ein góð kona og mamma og framúr fitt í hondunum. Hon bant, heklaði, seymaði og vav av einslistum og gleddi mangan bæði familju og vinir við sínum nógvu heimavirkaðu gávum. Tí hevur tað ivaleyst verið serstakliga ringt hjá henni at síggja sínar virknu hendur kropna og gerast ónýtiligar dag frá degi at kalla. Nei, lætt hevur tað ikki verið fyrst at fáa krabbamein og ? í kjalarvørrinum á hesi herviligu sjúku ? eisini vøddasvinn, sum óhugnaliga skjótt tók allan førleika frá henni og bant hana til koyristólin. Men júst tá kom veruligi styrkin hjá Lailu til sjóndar. Tú hoyrdi hana ikki gremja seg, hon var framvegis bara glað og fryntlig, láturin var ongantíð langt burturi. Spurdi tú, hvussu hon bar seg at, duldi hon ikki fyri, at tað var trúgvin, sum allan vegin bar hana ígjøgnum.

Tit, sum stóðu hjarta hennara nærmast, hava við Lailu mist ein trúgvan og dyggan stuðul, konu, mammu og ommu, og vit eru nógv, sum kenna við tykkum og ugga okkum við, at Hann, sum fyrr megnaði at geva deyðum lív, framvegis livir.


Ein vinkona