Landsfundur
Vestmanna: Hóast Javnaðarflokkurin kundi leggja ein roknskap fyri landsfundin, sum vísti eitt avlop upp á knappliga hálvtannaðhundraðtúsund krónur, var tað heldur lakari enn í fjør.
Tann stóri parturin av inntøkum floksins er sambært roknskapinum løgtingsstuðulin til politiska upplýsing umframt fólkatingsstuðulin, sum flokkurin fær fyri at hava mann valdan á Fólkating.
Hinvegin er stóri parturin á útreiðslusíðuni skrivstovuútreiðslur, fundir skeið og tílíkt.
Onkrar viðmerkingar vóru til roknskapin, sum skrivarin svaraði. Millum annað kom fram, at íroknað rímiliga stórar skrivstovuútreiðslur var millum annað húsaleiga fyri hølini, Javnaðarflokkurin leigar á Áarvegnum í Havn.
Tað varð av onkrum fundarfólki hildið vera ein heldur løgin skrivstovuútreiðsla, men varð kortini góðtikin, tí tveir góðkendir grannskoðarar høvdu skrivað undir.
Eftir onkrar smávegis viðmerkingar, varð atkvøtt um roknskapin, sum varð góðkendur.