Inntøkurnar á fíggjarlógini skulu økjast.
Tað hevur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum sett sær fyri.
Og hann er til reiðar at seta heilt óvanlig tiltøk í verk fyri at røkka hesum máli.
Fleiri av hesum tiltøkum fara at føra við sær, at vanligi føroyingurin fer at verða noyddur at punga út við nógvar túsund krónur afturat.
Sjálvur er Magni Laksáfoss tættur sum tunnan og vil ikki siga eitt tað einasta orð um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Men tað vilja aðrir limir í samgonguni, men teir vilja verða ónevndir fyri ikki at skapa sær sjálvum trupulleikar í samgonguni.
Men hinvegin eru teir so fortørnaðir inn á ætlanirnar hjá landsstýrismanninum, at teir tíma ikki at tiga longur.
Undir øllum umstøðum skilst, at tað gongur ómetaliga strilti hjá samgonguni at semjast um eina fíggjarlóg fyri næsta ár.
Tað gongur so strilti, at summir tinglimir í samgonguni eru farnir at tosa um kreppu, tí teir siga, at tað er so stórur munur á sjónarmiðjunum hjá teimum ymsu flokkunum, at teir duga illa at síggja eina loysn fyri framman.
Av tí sama er fíggjarlógararbeiðið eisini komið óvanliga stutt enn. Tað eru tey, sum hava við málið at gera og sum siga, at nú seinast í september, er arbeiðið at snikka eina fíggjarlóg saman, ikki komin longur enn tað plagar at vera fyrst í juli mánað.
Óvanlig tiltøk
Magni Laksáfoss hevur nevnt, at vit eiga at hava avlop á fíggjarlógini upp á 500-600 milliónir fyri at hava nakað at standa ímóti við, um nøkur ár, táið tey eldru eru vorðin nógv fleiri í tali.
Fyri at fáa so stórt avlop á fíggjarlógini, mangla fleiri hundrað milliónir í.
Limir í samgonguni siga, at fyri at økja um avlopið á fíggjarlógini, og nærkast málsetninginum um eitt avlop upp á 500-600 milliónir, hevur Magni Laksáfoss lagt nakrar heilt óvanligar tankar fyri samgonguna.
Tað er væl kent, at hann er ímóti at skattalættin verður latin næsta ár og hann hevur eisini nevnt møguleikan at skerja frádráttin til fiskimenn.
Men Magni Laksáfoss hevur eisini nevnt møguleikan fyri at avtaka minstulønina til fiskimenn. Higartil hevur minstulønin til fiskimenn staðið á fíggjarlógini, men hesa upphæddina vil Magni Laksáfoss nú hava burtur av fíggjarlógini.
Ístaðin vil hann geva pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ábyrgdina av at fíggja minstulønina. Tað merkir, at hann vil gera eina ALS-líknandi skipan fyri minstulønina, har fiskimenn og reiðarar betala ein prosentpart av hýruni í eina skipan, sum fiskimenn so kunnu fáa útgjald úr, tá ið hýran fer niður um eitt vist.
Men Magni Laksáfoss er eisini forsprákari fyri at avtaka rentustuðulin til sethúsabygging, eins og hann vil avtaka mvg endurgjaldið til kommunurnar.
Fleiri av hesum uppskotum hava elvt til órógv í samgonguni, tí summir politikarar vilja ikki hoyra talan um at strika skattalættan og aðrir vilja ikki hoyra talan um at avtaka rentustuðulin og frádráttin til fiskimenn.
Hinvegin eru summir politikarar í samgonguni sinnaðir at tálma sjálvar rakstrarútreiðslurnar til tey ymsu økini, eitt nú heilsumál, sum eru eitt umfatandi málsøki.
Men tað vilja aðrir partar í samgonguni heldur ikki hoyra talan um, tí tey siga, at tað slepst ikki undan væl hægri útreiðslum, eitt nú til eldrarøktina, sum er munandi bygt út.
Harður dystur
Samanumtikið halda samgongulimir, at tað verður eitt harður dystir at fáa semju um eina fíggjarlóg.
Og tað eru enntá teir samgongulimir, sum hálvavegna longu hava givið upp at finna eina semju, men tað verður roynt framvegis at fáa kabalina at ganga upp.
Undir øllum umstøðum er greitt, at í hesum døgum er tað ein harður dystur ímillum samgonguflokkarnar aftanfyri tær læstu dyrnar í Fíggjarmálaráðnum fyri at fáa fíggjarlógina at ganga upp.
Ein annar møguleiki, sum verður nevndur, er at lata Magna Laksáfoss bara leggja eina fíggjarlóg fram, uttan at semja er funnin í samgonguni, men so at lata tað upp í hendurnar á fíggjarnevndini og løgtinginum annars, at broyta tølini og at finna eina semju um eitt brúkiligt úrslit.