Tráðumenn fingu nógv minni av laksi í íslendskum áum og vøtnum í fjør enn undanfarin ár, og nú halda summi, at tann nógvi makrelurin hevði skyldina.
Fiskifrøðingurin Sigurður Már Einarsson heldur, at minni var av laksi í fjør, tí tað var ov lítið av føði í sjónum, men hann sigur, at aðrir møguleikar eru. Ein er, at tað er minni salt í sjónum, ein annar er, at sjógvurin var heitari, og tann triði møguleikin er, at kappingin um føðina er vorðin ov stór, nú so nógvur makrelur kemur í íslendskan sjógv.
Laksaveiðan í áum og vøtnum í Íslandi hevur stóran búskaparligan týdning fyri samfelagið. Sambært einari nýggjari uppgerð gevur hesin stuttleikafiskiskapurin umleið eina milliard danskar krónur um árið, skrivar Vísir.