Lampshade í Café Natúr í kvøld

Nú verður høvið at uppliva ein av bólkunum, ið ikki fekk framført á G!Festivalinum vegna mjørka í Vágunum. Bæði Sundiver og Lampshade gliðu út av skránni, men í kvøld verður høvið at hoyra svensk/danska bólkin Lampshade í Café Natúr.


Lampshade hevur í fleiri ár havt nógvar fjepparar í Føroyum og talið er vaksandi. Talan hevur í fleiri førum verið um at fáa bólkin henda veg. Lampshade eru á konsertferð kring Evropa nú tey koma til Føroya at spæla.
Bólkurin hevur fingið ómetaliga góð ummæli kring heimin, m.a. hevur kanska mest virda tónleikaritið í heiminum Rolling Stones givið bólkinum 4 av 5 stjørnum. Konsertin hjá Lampshade á SPOT-festivalinum fekk 5 stjørnur í Gaffa.
Yndisliga og karismatiska svenska songkvinnan, Rebekkamaria, hevur skrivað flestu sangirnar á nýggju á nýggju fløguni, sum er ein meistarlig blanding av svenskum poppi, stórslignum norðurlendskum larmi-rokki og vøkrum singer/songwriter stíli. Ljóðið ferðast frá ljósum og innbjóðandi melodium til rytmiskt grundaðan popp til stórar larm spreingingar. Heitið Lets Away er tikið frá Shakespeare og boðar frá dýpi, ið er at finna í forteljandi tekstunum hjá Lampshade, sum bæði eru á enskum, svenskum og donskum.