- Landið eigur at taka ábyrgd

- Um ein hyggur eftir, hvat er bygt, so er tað rættiliga lítið. Her hugsa vit ikki bara um vardar bústaðir, tí bústaðartrotið og avbjóðingarnar raka øll. Men kanska serliga fólk við serligum tørvi og okkara málbólk: fólk við sálarsjúku, sigur Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata

Bústaðarmøguleikar til fólk við serligum tørvi eiga at koma á politisku dagsskránna beinanvegin fyri at koma langa bíðilistanum til vardan bústað til lívs. Tað meinar Sinnisbati, sum er áhugafelagsskapurin hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Sinnisbati ynskir, at tað verður raðfest soleiðis, at Bústaðir og Almannaverkið fáa fleiri ressoursir.

- Uppgávan at byggja bústaðir og vardar bústaðir til menniskju við serligum tørvi verður nokk ikki átikin av einum privatum aktøri. Tað er ein kjarnuuppgáva, sum eg haldi, landið má taka á seg og taka ábyrgd fyri, sigur Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata.

Fleiri brúka sambýli sum neyðloysn

Sinnisbati meinar ikki, at sambýli til sálarsjúk loysa trupulleikan, og tey vísa á somu avbjóðing við sambýlunum, sum Tormórður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum, eisini finnist at.

- Har eru nógv fólk í sambýlum, sum eru nóg væl fyri til at flyta út og fáa sær eina íbúð. Men í løtuni eru tilboðini bara ikki har. Sostatt er tað tíverri sera ofta soleiðis, at tá fólk búgva á einum sambýli, sum egentliga er ætlað sum eitt fyribils stað, so er einki annað stað at flyta til. Hvørki ein vardur bústaður ella íbúð ella hús. Tað merkir so eisini, at har ikki eru pláss á sambýlum fyri fólk, sum veruliga hava tørv á akkurát einum slíkum tilboði, sigur Laura Apol.

Aðalskrivarin vísir á, at tað hevur fleiri avleiðingar fyri einstaklingin og avvarðandi, tá eingin bústaður er tøkur.

- Tað kann hava ta avleiðing, at fólk, sum hava tørv á sambýlisplássi, ikki kunnu fáa tað, tí tey, sum búgva har, einki annað stað hava at flyta til. Tað kann eisini hava ta avleiðing, at tey avvarðandi standa einsamøll við ábyrgdini, sigur hon.

Ov lítið raðfest

Sinnisbati hevur í fleiri førum gjørt vart við síni ynski og gjørdi eisini eina valskrá upp undir løgtingsvalið í summar. Felagið metir ikki, at vardir bústaðir hava fingið nóg høga raðfesting frá politiskari síðu higartil. 

- Í roynd og veru eru eingir vardir búðstaðir bygdir seinastu árini. Til dømis síggja vit, at ein nýhugsandi stovnur sum sambýlið Eystan Heyg, ikki fær útslúsað fólk, meira sjálvbjargin tey gerast, tí ongir bústaðarmøguleikar eru úti í samfelagnum, sigur Laura Apol og greiðir víðari frá:

- Um ein hyggur eftir, hvat ítøkiligt er bygt, so er tað rættiliga lítið. Her hugsa vit ikki bara um vardar bústaðir, tí bústaðartrotið og avbjóðingarnar raka øll. Men kanska serliga fólk við serligum tørvi og okkara málbólk: fólk við sálarsjúku. 

Skal vera pláss fyri øllum

Sinnibati vónar, at meira verður gjørt við bústaðarmøguleikarnar til fólk við serligum tørvi sum skjótast.

- Vit vóna, at økið verður raðfest, tí sjálvsagt skal vera pláss fyri øllum í Føroyum. Eisini menniskjum við sálarheilsutrupulleikum, sigur Laura Apol.

Hon vísír á, at tað eisini eru røktarkrevjandi eldri við sálarsjúku, sum mangla búpláss og røktarheimspláss.

- Vit ynskja ikki, at tey skulu hava eitt røktarheim sjálvi, men at tey blíva ein partur av einum verandi tilboði. Vit hava deildir fyri demensrakt, og so mugu vit eisini kunna rúma menniskjum, sum hava sálarsjúku, sum hava tørv á eldrarøkt, sigur Laura Apol.