Dagbók frá LO-skúlanum í Helsingør
Ragnhild Olsen
????????????????????????????
Tað fyrsta man leggur merki til á flogvøllinum í Manila er, at tempoið er ikki tað sama, sum vit eru von við. Her hava tey sera góða tíð. Tá vit endiliga eru komin ígjøgnum pass-kontrollið og út í forhøllina, kann túrurin veruliga byrja. Nakrir av okkara filippinsku vinum eru og taka ímóti okkum. Tey eru sera glað fyri at síggja okkum, tey syngja og dansa, og harumframt fáa vit øll blómukransar. Ja, vit eru av sonnum í einum øðrum parti av heiminum. Nú hava vit ein tríggjar tímar langan busstúr fyri framman, áðrenn vit koma til hotellið, har restin av okkara filippinsku vinum frá Education for life bíða eftir okkum?
Education for life
Education for life byrjaði av álvara í 1992, men var í veruleikanum úrslitið av 20 ára stríði fyri at upplýsa fólkið um demokrati. Maðurin handan projektið eitur Edicio Dela Torres, katólskur prestur. Hann av mongum sæddur sum ein av størstu frælsishetjunum á Filipsoyggjunum. Edicio Dela Torres hevur verið ein av talsmonnunum fyri demokrati, og hevur m.a. undir Marcos-stýrinum sitið í fongsli í 13 ár, tí hann var mettur at vera vandamikil fyri Marcos-stýrið. Tá Edicio Dela Torres so endiliga varð leyslatin, vórðu hann, og konan Girlie, útvíst av Filipsoyggjunum. Tey búðu í Hollandi til í 1992, tá tey aftur fluttu til Filipsoyggjarnar, og vóru móttikin sum hetjur av Aquino-stýrinum. Education For Life gjørdist veruleiki.
Hugskotið við Education For Life hevur partvíst sínar røtur í grasrótsarbeiði og partvíst í danska háskúlasiðinum. Edicio hevur vitjað tann internationala háskúlan í Helsingør, har hann gjørdist sera hugtikin av háskúlaprinsippunum og lærdóminum man fær á einum háskúla. Education for Life gongur so út uppá, at fólk ymsastaðni frá Filipsoyggjunum koma á skúlan, fáa lærdóm um demokrati, politikk og fakfelagsarbeiði, og fara aftur til bygdina hjá sær og læra bygdafólkið tað, tey hava lært. Flest teirra hava ikki nakra serliga skúlagongd, so at lesa og skriva fáa tey eisini undirvísing í.
Education for life hevur sera góð úrslit at vísa á, og hevur tey síðstu árini verið stuðlað av Folkekirkens Nødhjælp, sum metir hetta vera eina ætlan, sum hevur sera stóran týdning.
Aeta-fólkini
Ein bólkur sum Education for life hevur roynt at havt við á skeiðunum eru Aeta-fólkini. Aeta-stamman eru upprunafólkini á Filipsoyggjunum, og eru upprunaliga pygmear. Aeta-fólkini búðu uppi í fjøllunum, tætt við gosfjallið Mt. Pinatubo, og vóru rættiliga isolerað frá øðrum fólkum. Tá gosfjalið fyri fyrstu ferð í 600 ár, í 1991 fór at goysa, varð teirra býur, eins og nógvir aðrir býir, undirgravaður. Filippinsku myndugleikarnir avgjørdu at geva teimum jørð, so at tey kundu búseta seg av nýggjum, og hetta hevur eydnast sera væl. Tey hava nú etablerað seg av nýggjum, og eru glað fyri teirra nýggju bygd.
Tey eru sera lág á vøkstri, hava myrkari hold enn vanligi filippinin, og tey eru ikki kristin. Tey hava ymsar gudar, og ein stórur trupulleiki hjá teimum er, at lærarir, sum koma til bygdina, aloftast eru kristnir, og felagsskapir, sum vilja hjálpa teimum at varðveita teirra samfelag, ofta ikki vilja varðveita teirra livihátt, men ynskja at kristna tey.
Aeta-samfelagið hevur ikki bjartar framtíðarvónir. Samstundis sum tey ynskja, at tey ungu skulu útbúgva seg, eru nógv av teimum, sum ikki flyta aftur eftir lokna útbúgving. So okkurt má gerast fyri at tey ungu skulu hava hug til at verða búgvandi og føra stammuna víðari.
Møttu høvdinga
Í løtuni ganga fimm frá Aeta-stammuni á Education for life, m. a. høvdingi teirra, sum eitur Carling. Tað kendist ikki sørt løgið at vera saman við einum høvdinga. Og ikki minni løgið er tað at hugsa sær, at hann kemur til Danmarkar. Men tað verður sera spennandi. Education for life kann kanska hugsast at vera bjarganin fyri Aeta-samfelagið.
Eg haldi, at vit kunnu læra nógv av Aeta-fólkinum, samstundis sum tey eisini kunnu læra nógv av okkum. Tey hava sera sterk familjubond, familjan hevur alt at siga fyri tey. Eg helt eisini at tey ikki kendu nakað til fakfeløg o. s. fr., og hjá teimum er tað kanska ikki so væl organiserað sum hjá okkum, men tey ganga sera høgt upp í at øll, ung sum gomul, hava ein leiklut í at fáa samfelagið at hanga saman. Børnini hava ábyrgd av ymiskum, t. d. spæla tey sjónleik, har tey framføra søguna hjá Aeta-stammuni. Kvinnurnar hava sjálvandi ábyrgd av heiminum og familjuni, men gera harumframt ymsar prýðislutir og sápur, sum tey selja, og peningurin fer til skúlan í bygdini. Menninir eru veiðimenn, og uppihalda familjuni.
Landið við mótsetningum
Filipsoyggjarnar verða ofta kallaðar »landið við teimum mongu mótsetningunum«, og hetta er eisini tað fyrsta inntrykkið ein fær av landinum. Fólkini eru sera blíð og fyrikomandi, og vilja gera alt fyri at tú følir teg vælkomnan. Fátækradømið er stórt, men gestablídnið er tess størri. Fyrr vóru fátækir og ríkir býarpartar. Nú er alt blandað saman. Um tú sært eini stór hús við einum stórum garði, kanst tú vera vísur í, at beint uttan fyri garðin standa nakrir pappkassar og konteynarar, har fólk búgva. Og fert tú inn í eina keypsmiðstøð, eru handlar við teimum flottastu merkiklæðunum, sum tey flestu ikki hava ráð at keypa. Men har eru nógv fólk, tí at har er deiliga svalligt inni?
Vit vóru so heppin at vera stødd í Manila á tí árliga »Earth Day Celebration«. Earth Day er ein felagsskapur sum arbeiðir fyri umhvørvið. M. a. er ein ætlan sum eitur »Pasig«, sum gongur út upp á at reinsa áirnar í Manila. Manila er sera hart raktur av dálking. Allastaðni í býnum eru ruskdungar og áirnar eru oyðilagdar av dálking. Onki lív finst í áunum í býnum, og luftin er tjúkk av bilosi. Eisini er Manila ein av býunum í heiminum, sum er harðast raktur av smog. »Earth Day Celebration« er fyri at minna fólk á, at vera góð við umhvørvið.
Dagurin byrjaði við, at kend fólk, sum t. d. filmstjørnur og ítróttarstjørnur, hildu talur, og síðani varð farið í bátar, sum spakuliga sigldu eftir áunum. Tað var ófatuligt at so nógv rusk bara varð blakað í ánna, og enn meira ófatuligt tá vit sóu, at sjálvt luttakarir á Earth Day bara blakaðu tómar fløskur og plastikkposar í ánna. Vit fingu at vita, at ætlanin hevði koyrt í eini 6 ár, og at ymsir felagsskapir, tilsamans hava stuðlað við 65 mió. krónum. Her má av sonnum ein hugburðsbroyting til!
Dagin eftir vóru vit á einari lítlari strond, nakað uttan fyri Manila. Hetta var í einari lítlari bygd, og av sonnum eitt paradís á jørð. Luftin var frísk, himmalin bláur og sandurin hvítur, so langt eygað sá. Hetta var helst eisini fyrstu ferð at fremmand ferðafólk vitjaðu hetta staðið. At hugsa sær at so stórur munur kann vera á tveimum plássum sum í veruleikanum eru so stutt frá hvørjum øðrum. Tað er ikki av ongum at Filipsoyggjarnar verða kallaðar »Landið við teimum mongu mótsetningunum«.
Altjóða arbeiðaradagur í Manila
1. mai var dagurin, vit øll høvdu glett okkum sera nógv til. Á Filipsoyggjunum verður nógv gjørt burturúr degnum, og dagurin var eisini merktur av, at forsetaval varð 10. mai. Vit vóru øll sera spent, og eisini sera forvitin, hvussu dagurin mundi fara at verða. Í Filipsoyggjunum hava arbeiðararnir veruliga nakað at kempa fyri. Fakfeløg eru, men nógvastaðni er tað soleiðis, at um tú ert limur í einum fakfelag, ja so fært tú ikki nakað arbeiði.
Vit fóru til Manila tíðliga um morgunin. Vit skuldu fylgjast við okkara filippinsku vinum og Akbayan, sum er ein vinstravendur flokkur á Filipsoyggjunum. Nøkur valdu ikki at koma við, tí vit høvdu fingið at vita, at tað kundi vera ófriðarligt, serliga tí forsetaval skuldi vera 10. mai. Men, tá man hevur møguleika at uppliva eitt 1. mai-dagshald í Manila, so tekur man sjálvandi av, hugsaði eg. Og av tí at vit frammanundan vórðu blivin ávarað um, hvussu vit skuldu bera okkum at, og allarhelst eisini tí at vit vóru hvít, so gekk alt eisini friðarliga fyri seg fyri okkara viðkomandi.
Byrjað var við at ganga í skrúðgongum, hvør felagsskapur og flokkur fyri seg. Teinurin var umleið 3 km., og so samlaðust øll við eina brúgv mitt í Manila. Har var ein stórur pallur, har allir felagsskapirnir og flokkarnir vórðu presenteraðir, og síðan var orðið frítt. Øll høvdu møguleika at taka orðið, men bert til man varð útkonkurreraður av onkrum øðrum. Áhoyrarnir avgjørdu hvør talari var best. Talurnar vóru nógvar, og allarhelst eisini øsandi. Akbayan hevði eisini eitt umboð á pallinum, sum til æru fyri okkum, helt talu á enskum, og vit vórðu boðin vælkomin til 1. mai-dagshald í Manila. Tilsamans vóru eini 100.000 fólk til 1. mai-dagshaldið, og alt gekk friðarliga fyri seg. Sanniliga meira spennandi enn 1. mai á Vaglinum, sum ikki tykist hava serliga stóran áhuga millum føroyingar.
Um kvøldið høvdu okkara egna 1. mai-dagshald, har røður og sangir vóru á skránni. Hetta er eisini nakað sum eyðmerkir filippinar, teimum dámar væl at syngja, og oftani vísa tey teirra kenslur við sangi og sjónleiki. Tey eru ikki so bangin fyri at gera sær fyri skommum sum vit, og hetta ger, at tey í nógvar mátar eru nógv fríari enn vit.
Eg haldi at hetta hevur verið eitt ótrúligt upplivilsi. Tá man hevur upplivað so nógv og fingið so nógv ymisk inntrykk upp á so stutta tíð er torført at siga, hvat man hevur fingið burturúr. Man hevur brúk fyri tíð til at hugsa um tingini, og fáa alt at fella uppá pláss. Men higartil kann eg so siga, at eg veit ikki um heimurin er komin til mín, ella um eg kanska í veruleikanum kom til heimin. Í hvussu so er, fáa vit um eina viku vitjan av 26 filippinum, sum gleða seg sera nógv til at síggja Danmark og LO-skúlan, og vit royna at gera alt fyri, at tey koma at fáa eitt líka gott og læruríkt uppihald her, sum vit høvdu á Filipsoyggjunum.