Fyrrapartin hósdagin var landsroknskapurin fyri í fjør lagdur fram á Sjómansheiminum í Havn. Tað var Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ið alment legði roknskapin fram. Hóast stóra yvirskotið var hann ikki heilt nøgdur við undanfarna ár. Hann heldur, at yvirskotið kundi verið enn størri, enn tað er. Karsten harmast um, at yvirskotið er minkað, men vísir tó á, at úrslitið er gott.
Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu, hevur verið við til at skipa fyri arbeiðnum at greiða landsroknskapin úr honum. Hann sigur, at ongantíð fyrr hevur roknskapurin verið lagdur fram so tíðliga á árinum í 62 ára søguni hjá Gjaldstovuni.
Mest sett í Landsbankan
Samlaða yvirskotið hjá landskassanum fyri ár 2000 var 602 milliónir, og tá eru rentuútreiðslurnar til statslánið longu drignar frá. Yvirskotið í 1999 var 648 milliónir, og munurin kemst í høvuðsheitum av væl minni útluting frá Føroya Banka, men ásannast má eisini, at útreiðslurnar eru øktar meira enn ætlað. Inntøkurnar hjá landskassanum eru tó eisini øktar sum úrslit av góðum konjunkturum.
136 milliónir av yvirskotinum fóru til at gjalda avdrøg av uttanlandslánum. Meginparturin varð nýttur til niðurgjalding av statsláninum. Uttanlandsskuldin er tískil minkað úr eini 4,51 milliardum niður í einar 4,38 milliardir krónur. Samlaði parturin, ið fellur til gjaldingar komandi fíggjarár verður 434 milliónir krónur.
Innanlandsskuldin á 412 milliónir er hinvegin ikki minkað stórvegis. Størsti parturin av innanlandsskuldini er eitt lánsbrævalán.
Góðir tveir triðingar av yvirskotinum frá í fjør fóru til øking av tøkum peningi hjá landskassanum ella samansparing. 403 milliónir vórðu settar í Landsbankan og í peningastovnar. Tøki peningurin hjá landskassanum er nú øktur úr 1,67 milliardum uppí góðar 2 milliardir krónur.
Av hesum 403 milliónunum vórðu góðar 100 milliónir settar í peningastovnar, meðan restin varð sett í Landsbankan. Landið hevur nú slakar 1,8 milliardir innistandandi í Landsbankanum, meðan 286 milliónir krónur standa í banka- og girokonti og sum kassapeningur.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Karsten Hansen hevur sett eina kanning í verk, ið skal staðfesta, um Landsbankin umsitur peningin hjá landskassanum á ein nøktandi hátt, tí talan hevur verið um, at landskassin fær betri rentu frá vanligu peningastovnunum.
Restin av yvirskotinum, sum er góðar 60 milliónir, eru nýttar til goymslu og áogn og tekniskar bókingar.
Árið 2001 neyvan verri
Karsten Hansen metir, at yvirskotið í ár neyvan verður verri enn í fjør, tá hugt verður at inntøkunum hjá landskassanum. Hann vísir á, at tað framhaldandi er neyðugt at føra ein varnan búskaparpolitik, og hann metir, at tað er semja um hetta í samgonguni.
Karsten Hansen ávaraði eisini ímóti, at útreiðslurnar hjá landskassanum økjast ov nógv.
Í sambandi við framløguna av landsroknskapinum sýndi Gjaldstovan eisini sína nýggju heimasíður. Har ber til hjá øllum at kann landsroknskapin nærri. Eisini verða teir mánaðarligu roknskapirnir atkomiligir. Roknskapurin fyri februar í ár er longu tøkur.