Fyrstu føroyingarnir eru nú koppsettir ímóti covid-19. Fyrsta dagin vórðu 120 fólk koppsett fyrru ferð, og nú eftir ársskiftið verður farið undir at koppseta fleiri fólk. Fyrsta sendingin av koppingarevni var við 975 skamtum, men roknað verður við, at umleið 1100 skamtar kunnu fáast burtur úr gløsunum.
Landsapotekarin sigur, at í løtuni rokna tey við at fáa fýra sendingar av Pfizer vaksinuni fram til mánaðarskiftið januar-februar, og tað merkir, at Føroyar tá hava fingið umleið 4.400 skamtar. Tveir skamtar skulu til at koppseta hvørt fólk.
– Tað er gott, at vit eru byrjað at koppseta, men tað tekur tíð at fáa flokkimmunitet. Avbjóðingin verður ikki sjálvt arbeiðið at vaksinera fólk. Veitingin av vaksinu avger, nær vit kunnu koma á mál, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
– Eg vóni, at tey flestu fara at siga ja til at verða koppsett. Tað er sjálvboðið, men vit skulu upplýsa fólk sakliga um koppsetingina, og so vóni eg, at tey flestu taka av.
Vaksin yvir 16 ár fáa tilboð um at lata seg koppseta. Børn og ung millum 0 og 16 ár skulu ikki koppsetast, tí nakrar kanningar afturat skulu gerast av koppingarevninum, áðrenn tað verður góðkent til børn. Barnakonur og kvinnur, sum geva bróst, skulu heldur ikki koppsetast. Og síðani eru tað einstøk fólk við serligum slagi av ovurviðkvæmi ella annað, sum ikki skulu koppsetast.
– Vit skulu helst koppseta 70 prosent av restini fyri at fáa flokkimmunitet. Tað er trupult at meta um, nær vit koma á mál, men eg vóni, at vit eru komin langt við koppsetingini í summar, sigur Lars Fodgaard Møller.