Landslæknin veitrar við gularót

Tey, sum eru liðugt koppsett, nýtast ikki at fara í sóttarhald, um tey koma í samband við smittað fólk á ólavsøku

Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat.

 

– Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda, sigur Koppsetingarbólkurin.

 

– Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar.

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, leggur tó dent á, at tað sanniliga eisini er skilagott at lata seg koppseta av øðrum orsøkum enn bara fyri at sleppa á ólavsøku og generelt fáa størri frælsi.

 

– Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu, og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið, sleppa tey eisini undan sóttarhaldi, sigur Lars Fodgaard.

 

– Afturat tí hevur tað stóran týdning fyri at røkka flokkimmunitetinum, at meira enn 80 prosent av fólkinum verða koppsett. Dentur skal eisini leggjast á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi longu eftir fyrra prikið.

 

Landslæknin vísir á, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, ið er tað, sum verður brúkt í Føroyum, eisini verjir væl ímóti tí sera illa smittandi sonevnda delta-frábrigdinum av Covid-19.

 

Hetta til ólavsøku er opið fyri koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum soleiðis:

 

  • Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli
  • Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli
  • Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli