Eftir ein langan dag við ferðing kom kvinnulandsliðið í hondbólti í kvøld til gistingarhúsið í sveisiska býnum Baden.
Leikararnir høvdu tó bert tíð at seta viðføri frá sær áðrenn leiðin gekk í høllina í Siggenthal, har liðið skal spæla fyrsta liðin í HM-undankappingini um vikuskiftið.
Í kvøld var bert ein løtt venjing á skránni, har leikararnir stuttleikaðu sær við spølum í upphitingini, áðrenn ein heldur taktisk venjing var á skránni.
Àgúst Jóhansson, landsliðsvenjari, lat væl at venjingini, har liðið fekk høvi at venja nøkur serlig vápn, ið skulu brúkast í dystinum móti Finnlandi í morgin.
Eisini fegnaðist venjarin um, at leikararnir tøktust væl fyri og at eingin gjørdi ov nógv av og fekk skaða.
Tó vandi Ninna Johansen fyri seg sjálva meginpartin av venjingini. Hon hevur ein knæskaða, ið gjørdist verri seinastu dagarnar, og í løtuni er ivasamt um hon spælir í morgin.
Føroyar spæla móti Finnlandi klokkan 15.30 í morgin, fríggjadagin.
Leygardagin klokkan 15.30 spælir landsliðið móti Litava.
Sunnudagin klokkan 14.00 spæla Føroyar móti Sveis.
Vinnarin spælir seg víðari til seinasta umfar í undankappingini til HM 2019.
FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum