Landsliðið móti donskum liði

Hós- og leygardagin skal føroyska manslandsliðið í hondbólti royna seg móti danska Team Helsinge

Hondbóltur

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur longu havt nakrar venjingar, og aftur hetta vikuskiftið er tíð sett av á dystarskránni, soleiðis at tað verður landsliðið og ikki landskappingin, sum verður í fokus.
Í mun til vanligu vikuskiftini av hesum slagnum, har talan í stóran mun hevur verið um venjingar og so onkran dyst móti úrvalsliðum, so verður talan hesaferð um vitjan av donskum liði.
Lars Nedergaard, landsliðsvenjari, hevur fingið í lag eina vitjan frá Team Helsinge, sum í løtuni liggur á næst niðasta plássinum í donsku TDC-liguni.
Tað er tó lítið at ivast í, at hóast niðarligu plaseringina í donskum hondbólti, so kann liðið væl vera eitt hóskandi mótstøðulið hjá okkara monnum, og vónin er í øllum førum, at talan verður um tveir javnar, spennandi og ikki minst læruríkar dystir hjá okkara monnum.
Fyrri dysturin millum liðini verður hóskvøldið klokkan 20.30, og verður tann dysturin leiktur í KÍ-høllini í Klaksvík. Seinni dysturin verður í Vestmanna fríggjadagin, og verður tað somuleiðis klokkan 20.30.