Landsliðsfjepparin er nú landsdystarsamskipari

(Rás2) Andrass Thomsen vitjaði Rásarúmið til eitt prát um nýggja starvið og um Intersport Summarcup 2018

Tann eini gesturin hjá Rás2 farna sunnudag hevði tveir "hattar" so at siga.

 

Andrass Thomsen vitjaði Rásarúmið til eitt prát um tvey ymisk ting.

 

Fyrri parturin av prátinum snúði seg um nýggja starvið hjá Andrassi, ið er settur í starv sum landsdystarsamskipari hjá FSF. Andrass Thomsen hevur nógvar royndir at reika fyri, bæði hjá B36, Intersport Summar Cup, og sum ein inkarneraður partur av fjepparasamtakinum "Skansanum".

 

Andrass Thomsen gleðir seg til nýggja uppgávuna, men hann staðfestir, at hann má seta seg inn í ymisk viðurskifti fyrst. Uppgávan umfatar allar landsdystir, ið verða spældir í Føroyum.

 

Seinni parturin av prátinum snúði seg um Intersport Summarcup, har tað nú fer at nærkast, at tað er evsta mark at melda til. Andrass kundi serliga hugsað sær, at fleiri U15 dreingjalið meldaðu til.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna ið var við Andrass Thomsen á Rás2 sunnudagin.