Danska landskappingin í trimum teimum fremstu deildunum liggur í løtuni still. Orsøkin er verkfallið, sum danska leikarafelagið hevur sett í verk. Leikarafelagið vil ikki góðkenna reglurnar fyri sølu og keypi av spælarum, sum Divisionsfelagið vil seta í verk eftir tilmæli frá FIFA. Tí hava leikararnir sligið nevan í borðið og vilja ikki spæla fyri feløgini, um tey halda fast við, at hesir reglar skulu vera galdandi.
Í skrivandi stund er eingin semja í eygsjón. Eingin av pørtunum vil flyta seg í hesi arbeiðsósemju.
Jón Rói venur við fullari ferð
Jón Rói Jacobsen hevur sína dagligu gongd í 1. deildarfelagnum Frem í Keypmannahavn. Hann sigur, at í verandi støðu venja teir við fullari ferð nærum hvønn dag.
- Vit venja framvegis, og síðst vóru vit eini fimtan til venjing. Venjararnir eru ikki til arbeiðis, og tí eru tað nakrir av teimum eldru leikarunum, ið taka sær av venjingini, sigur Jón Rói. Hann viðgongur tó, at venjingin ikki er heilt á hædd við tær, sum høvuðsvenjarin Ebbe Skovdahl skipar fyri, men teir eru í øllum førum í gongd hvønn dag. Týskvøldið skuldi Jón Rói spæla venjingardyst við 2. liði hjá Frem. Hann og tveir aðrir leikarar, ið heldur ikki eru í verkfalli, skuldu spæla við.
- Tað sigur seg sjálvt, at dystarvenjingin hjá okkum ikki verður eins góð, og hon kundi verið, nú landskappingin liggur still. Men eg rokni tó við, at teir flestu klárir bæði mentalt og kropsliga til komandi landsdystirnar. Hetta eru stórir dystir fyri okkara viðkomandi, og tí verður tað ikki torført at seta seg upp uppgávuna, sigur Jón Rói úr Keypmannahavn.
Tað skerst tó ikki burtur, at dystarvenjingin kann gerast ein rættiliga avgerandi faktorur, um landsliðið skal fáa nøktandi úrslit ímóti Sveis og Frankaríki.
Teir fimm føroysku leikararnir í donsku 1. deild missa tilsamans tríggjar dystir, um verkfallið heldur fram, inntil landsdystirnir eru á skránni.
Føroyska landsliðið skal í eldin leygardagin tann 4. september ímóti Sveis á útivølli. Síðani kemur Frankaríki á vitjan á Tórsvølli mikudagin 8. september. Ikki kann sigast, at fyrireikingarnar eru optimalar, um ein stórur partur av leikarunum ikki hava spælt ein veruligan landskappingardyst í fleiri vikur frammanundan.
Frá seinasta leikarahópi eru tað Andrew av Fløtum, Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør (allir úr Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Jón Rói Jacobsen (Frem) og Todi Jónsson (FCK), ið eru raktir av verkfallinum.
Vit royndu at fáa fatur á Henrik Larsen, landsliðsvenjara, men hetta eydnaðist ikki til dagsins útgávu av Sosialinum.