– Hvar eru typur sum Allan Mørkøre, Toda Jónsson, Julian Johnsson og Pól Thorsteinsson? Eg sakni virkuliga slíkar typur á føroyska landsliðnum.
Landsliðsvenjarin stendur eitt sindur spyrjandi. Hugburðsbroytingin hevur verið ógvuslig á føroyska fótbóltslandsliðnum seinnu árini. Stríðshugaðir, svakir og snarsintir føroyingar tykjast vera býttir út við fótbóltspælarar, ið kanska hava betri bóltførleika, men ikki í sama mun sýna tann stríðsanda vit sóu fyrr.
Jógvan Martin Olsen bæði vantar og sakar slagið av fótbóltsleikarunum, sum góvu øllum viðleikarunum eitt slag í afturpartin. Tað vóru hesir, sum um aldarskiftið, áttu týðandi leiklut í fleiri av heiðurligu úrslitunum.
Samanbera vit føroyska landsliðið anno 2008 við tað, sum fór á vøllin fyri átta árum síðani í javnleikinum á Svangaskarði ímóti Slovenia, er nógv vatn runnið í ánna. Bæði á og uttan fyri vøllin er nógv hent.
– Føroysku leikararnir hava munandi betri bóltførleika í dag. Hinvegin høvdu vit nógv sterkari persónligheitir á liðnum tá, greiðir Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, frá.
Gingu gjøgnum eld
Toftamaðurin hevur fylgt føroyska fótbóltslandsliðnum gjølla seinastu mongu árini. Hann var høgra hondin hjá bæði Allani Simonsen og Henrik Larsen, áðrenn tað í 2006 stóð honum í boði at gerast føroyskur landsliðsvenjari. Og eitt er vist: Hugburðurin til landsliðsfótbólt er nógv broyttur.
– Í bussinum ávegis til dyst tosa leikararnir heim, og so skjótt dysturin er liðugur verður fartelefonin tendrað. Hálvan tíma eftir dystarlok, tá menn standa undir brúsuni, hoyrist viðhvørt floyt og sangur. Tá vit taptu ein dyst fyri tíggju árum síðan var óhugnalig tøgn, og eingin segði nakað í heilan tíma eftir at dysturin var liðugur, sigur landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, sum heldur at leikarar í dag kundu lært nakað av hugburðinum, í leikarar sum Óli Johannesen, Allan Mørkøre, Toda Jónsson og Pól Thorsteinsson sýndu á landsliðnum. Menn, sum vóru sinnaðir ganga gjøgnum eld, sum Jógvan Martin Olsen tekur til.
Hesir vóru ikki bara øðrvísi á vøllinum, men eisini uttanfyri vøllin.
– Høvdu vit hvíld undan dysti, so var friður. Og var tað tann allar minsti gangur, kom Pól Thorsteinsson út úr kamarinum, og talaði at. Í dag er tað øðrvísi, men tað ein onnur tíð vit liva í og samfelagi er broytt munandi uppá nógvar mátar, hugleiðir Jógvan Martin Olsen.
Útiseta trupulleikin
Sermerkt við fleiri av landsliðsleikarunum um aldarskiftið var, at fleiri spældu uttan fyri landoddarnar. Í so máta er eisini nógv broytt. Í dag er tað einans Símun Samuelsen í Keflavík, sum stendur seg millum teir bestu í útlandinum. Aðrir spældu millum teir næstbestu ella velja at venda nøsini aftur móti Føroyum. Og tað undrar landsliðsvenjaran.
– Eg hevði væntað, at fleiri av teimum leikarunum, sum eru millum 27 og 30 í dag, høvdu tikið stigið at fari til eitt nú Danmarkar. Men eg veit, at fleiri av profilunum á landsliðnum vísa aftur tilboðnum frá feløgunum í næstbestu donsku deildini. sigur Jógvan Martin Olsen, sum leggur aftrat, at tað ikki er einasti trupulleikin.
– Nakrir eru heldur ikki nóg góðir har teir koma og megna ikki sláa til, vísir landsliðsvenjarin á. Sambært Jógvani Martini Olsen geva hesir skarvin yvir, áðrenn teir veruliga hava roynt tað. Og tá er lætt at skifta til smærri felag, har pengarnir hinvegin eru fleiri.
– Og so er tað, at føroyskur fótbóltur lokkar nógv, sigur Jógvan Martin Olsen, sum ikki dugir at siga, um tað eru ov nógvir pengar í føroyskum fótbóltinum.
Blaðungir seta stór krøv
Í dag síggja vit at blaðungir leikarar eru eisini byrjaðir at seta stór krøv, og tað hóvar als ikki landsliðsvenjaranum.
- Talan er um ungar mans, sum banka upp á hjá feløgum og saman við umboðsmonnum bjóða seg fram, og krevja pengar uttan at hava prógvað nakað, sigur hann.
Tað eru hesir somu, ið sum ungir tannáringar royndarvenja í útlendskum feløgum. Tað er ikki rætta leiðin, tí heldur skulu vit menna og styrkja umstøður teirra her heima og læra teir at ýta fyrst áðrenn teir byrja at krevja.
– Vit eiga at fyrireika teir nógv betur upp á avbjóðingar, ið standa teimum fyri framman. Serliga kropsliga standa teir als ikki mát við aðrar, vísir landsliðsvenjarin á.
Hann nevnir eisini, at londini, vit kappast við á altjóða leikvøllum, hava lagt nógv meira í fótbóltin, enn vit hava í Føroyum. Tað er eisini ein av orsøkunum, at vit í løtuni renna aftaná hinum. Útskiftingin á føroyska liðnum hevur verið ógvsulig seinastu árini,
Munur á profilum
Sambært Jógvani Martini Olsen, er tað eisini munur á profilunum fyrr og nú.
– Driblingar í føroysku landskappingini er sum lundi á jólanátt. Tað er líka, tá Hans Pauli Samuelsen tímur. Langskotini sært tú heldur ikki longur, og ein miðvallarleiðara og stríðsmann sum Abraham Løkin finnur tú ikki. Verjuleikarar sum Pól Thorsteinsson, ið kundi draga ferðina úr mótstøðumanninum og verja fyri øllum, eru ov fáir av í dag, slær landsliðsvenjarin fast.
Hann nevnir síðani Marna Djurhuus sum ein, ið hevur hesar eginleikar, men sum ikki er tøkur hjá honum. Og Jóhan Troest Davidsen sum eftir landsliðsvenjarans tykki, hevur nakrar av somu styrkjum.
Feløg í altjóða framgongd
Tað er sjálvsagt ein meinbogi fyri landsliðið, at føroysku útisetarnir ikki eru fleiri í tali. Tað er hinvegin ein stórur fongur hjá heimligu feløgunum, sum seinnu árini hava staðið seg alsamt betri á altjóða leikpallinum. Men samstundis hevur landsliðið sæð størstu afturgongdina nakrantíð.
– Flestu profilarnir á landsliðnum spæla í Formuladeildini, og tá standa feløgini seg væl, staðfestir landsliðsvenjarin, sum sær ein samanhang millum framgongdina hjá einstøku feløgunum, og at so fáir leikarar leita sær uttalands fyri at spæla.
Men hevði tað tá ikki verið eitt hugskot at kalla útlendskar profilar í føroysku landskappingini upp í landsliðshópin? Menn sum Sorin Anghel og Alex José dos Santos hava jú verið í Føroyum so leingi, at teir kunnu fáa føroyskan borgaraskap.
– Tað er ikki mín uppgáva at geva teimum føroyskan borgaraskap. Tað mugu einstøku útlendingarnir sjálvir fáa í lag. Um tað verður veruleiki at teir vera tøkir til at verður møguligt hjá teimum at spæla á føroyska landsliðnum, er støðan ein onnur so kundu teir heilt vist aktuellir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum eisini viðgongur, at tað hevði verið kærkomið, um hesir vóru tøkir at velja ímillum hjá honum.