Tað eru gott og væl 21 ár síðani, at tann tá 19 ára gamli klaksvíkingurin við reyðlitta hárinum tveitti seg fram um Jan Heintze og stýrdi bóltinum um málstrikuna í fullsettu Ítróttarparkini í Danmark. Við púra óvæntaða málinum javnaði hann fyri føroyska fótbóltslandsliðið móti Lars Olsen og dønum í fyrsta skrásetta landsdystinum millum Føroyar og Danmark.
Nú hittust teir aftur, hesa ferð í FSF-húsinum, har føroyski landsliðsvenjarin Lars Olsen skrivaði undir sáttmálan við Fótbóltssambandið. Allan Mørkøre virkar eisini sum fótbóltsvenjari í dag. Stendur tað til hansara, fer hann at súgva drúgvu venjararoyndirnar hjá landsliðsvenjaranum til sín – ein møguleiki, sum hann ongantíð fekk av álvara, meðan Brian Kerr var landsliðsvenjari. Tað er ein veruleiki, at konseptið við tøttum samstarvi millum feløgini, venjararnar, venjararnar hjá yngru landsliðnum og Brian Kerr riggaði ikki soleiðis, sum FSF hevði vónað. Tað ásannar Allan Mørkøre.
- Brian Kerr var tíverri ikki serliga sjónligur millum føroysku fótbóltsvenjararnar, og vit fingu ongantíð høvi at læra frá honum. Sum Fótbóltssambandið hevur víst á, so er neyðugt við einum landsliðsvenjara, sum er virkin í heildarmenningini av føroyskum fótbólti, og ikki einum, sum bara hugsar um sítt lið, sigur Allan Mørkøre.
Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, vissar um, at tað verður ein týðandi leiklutur hjá Lars Olsen næstu árini. Umframt at standa á odda fyri føroyska landsliðnum, verður avbjóðingin hjá nýggja landsliðsvenjaranum at menna føroyskan fótbólt sum heild.
– Hann skal verða virkin partur av Fótbóltssambandinum. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Tað eru royndir, sum vit skulu læra av. Lars Olsen fer at samstarva við føroyskar fótbóltsvenjarar sum ráðgevi og taka lut í okkara ungdómsarbeiði. Hann skal í nógv størri mun enn undarfarnir venjarar vera við í tilrættisleggingini av øllum landsliðunum, og hann skal hava eitt nógv neyvari samskifti við feløgini. Ætlanin er somuleiðs, at hann skal vera við til at undirvísa føroysku venjarunum, og sum heild verða nógv sjónligari í føroyskum fótbólti, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.
Gott við kendum navni
Allan Mørkøre ásannar, at tað hevur stóran týdning fyri áhugan fyri føroyska liðnum, at føroyski landsliðsvenjarin er virdur í altjóða høpi. Sum spælari minnist hann serliga, hvussu tíðindamenninir flokkaðust um Allan Simonsen, tá hann var landsliðsvenjari. Tað tænir føroyskum fótbólti og Føroyum væl.
Lars Olsen hevur roynt nógv sum spælari og venjari, og Allan Mørkøre ber ikki ótta fyri, at altjóða pressan ikki fer at seta fokus á hann.
- Virðingin fyri føroyska liðnum verður eisini størri, tá tað er ein virdur persónur, sum er venjari. Tað er umráðandi, tí Føroyar eru so lítlar, og tað er skjótt at skúgva okkum til viks. Lars Olsen er ein dugnaligur venjari og eitt gott navn, heldur Allan Mørkøre, sum ikki hugsar stórvegis um, at tað aftur nú verður ein dani, sum skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum.
- Tað eru dygdirnar, og ikki tjóðskapurin, sum hevur týdning. Hann skal sleppa at vísa sítt virði, sigur Allan Mørkøre.