Rás2 fylgir bæði A-landsliðnum og U21 landsliðnum tætt í allan dag. U21 landsliðið spælir í dag móti Týsklandi. Dysturin byrjar klokkan 17.30 og Rás2 fylgir gongdini í dystinum.
A-landsliðið spælir móti Eysturríki á Tórsvølli. Tann dysturin byrjar klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Jens Martin Kundsen og Símun Samuelsen verða viðmerkjarar.
Rás2 heldur somuleiðis eyga við gongdini í dystinum millum Noreg og Ísland, har Ísland hevur møguleika at vinna sær annað plássið í sínum bólki.