Føroyska kvinnulandsliðið spælir í kvøld HM-undankappingardyst ímóti einum av heimsins bestu kvinnulandsliðum, sum er Svøríki. Dysturin verður á Tórsvølli kl.18.00. Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, væntar sær trupla mótstøðu og sigur, at tær mugu spæla varisliga.
- Vit kunnu vænta okkum, at tað verður eitt lítið sindur meiri offensivt, men sjálvandi má útgangsstøðið vera, at vit spæla varisliga, tí hetta er eitt av heimsins sterkastu landsliðum. Tað verður ein trupul dystur, men ein ótrúliga stór og spennandi uppgáva, sigur hann í samrøðu við FSF-varpið.
Í oktubur-mánaða í fjør hittust hesi bæði liðini í Svøríki, og gjørdist úrslitið tá 5-0 til Svøríki. Tá var mett, at úrslitið kundi verið nógv verri, og landsliðsvenjarin metir, at um tað gongur ógvuliga væl, so kann dysturin í kvøld kasta eitt enn betri úrslit av sær.
- Munurin er í øllum førum fimm mál, men á einum góðum degi á heimavølli, har veðurlagið er sum tað er og hava eitt undirlag, sum vit kenna, har eru fortreytirnar betri enn tær eru har yviri. Um vit hava ein fantastiska góðan dyst og tær ein minni góðan dyst, so kunnu vit fáa eitt betri úrslit, sigur hann.
Jón Pauli vísir á, at eftirsum Liljan av Fløtum Petersen er skadd og ikki tøk til dystin, verður ein broyting at síggja í verjuni. Hann sigur eisini, at Heidi Sevdal helst verður meiri álopskend enn áður, men at liðið annars verður nakað tað sama, sum tað hevur verið.
Tað er ókeypis atgongd til landsdystin í kvøld, sum altso byrjar kl.18.00 á Tórsvølli.