Landsroyndin er hvørki góð fyri næmingar ella lærarar

Vit hava ein góðan fólkaskúla og dugnaligar og vælútbúnar lærarar, men fólkaskúlin hevur brúk fyri at blíva dagførdur, so hann kann gerast enn betri.

 

 

 

Landsroyndirnar geva ikki nakað gott til okkara skúlaverk, hvørki leiðsluni, lærarunum ella næmingunum. Landsroyndin gevur karakter til skúlan, hetta ger, at skúlaleiðslur sjálvandi vilja gera nógv fyri at fáa so góðan karakterir sum tilber.  Søgur hoyrast um, at ávísir næmingar verða eggjaðir til at verða heima, tá ið landsroyndin er, ella okkurt sum líkist tí. Skúlin verður av hesum trýstinum ikki góður fyri teir næmingar, sum hava avbjóðingar, av tí at teir vilja føla seg at verða ein trupulleika. Soleiðis er stórur vandi fyri at teir næmingar, sum hava mest brúk fyri hjálp og menning detta niður ímillum longu í folkaskúlanum

 

 

 

Vit eiga at umhugsa at gevast við landsroyndunum  og venda aftur til grundhugsanina,  - hvat er best fyri næmingin. Vit mugu ikki gloyma at næmingurin er eitt barn, sum hevur brúk fyri at kenna seg virðismett og fáa kensluna av, at eg megni nakað og kann sigra á eini avbjóðing. Uttan menniskjansliga menning, verður eingin samfelagslig menning.

 

 

 

Betri tíð og dygd til einstaka næmingin

 

Lærarar mugu fáa betri umstøður, millum annað, tá ið tað kemur til útgreinig av børnum, sum ganga í skúla. Vit mugu gera broytingar, so at útgreiningarparturin verður gjørdur til ein smidligari part av skúlanum. Tað skal vera skjótt frá útgreining, til at barnið fær tann stuðul og hjálp tey hava fyri neyðini.

 

 

 

Vit eru so heppin, at hava nógvar góðar útbúnar lærarar í Føroyum, har tað, í flestu londunum rundanum okkum, er eitt stórt læraratrot. Latið okkum takka fyri tað og geva teimum bestu arbeiðsumstøður, tvs. færri  næmingar í hvønn flokk og meiri tíð til at vera um tann einstaka næmingin.

 

 

 

Eisini eigur námsætlanin at blíva broytt, so at lærarin aftur kann brúka sín førleika til at skipa ein dygdargóðan skúladag, ístaðin fyri at  stríðast út í æsir fyri at røkka ymiskum fakligum málum.

 

 

 

I dag orða lærarar seg soleiðis um námsætlanina: ”Námsætlanin setir krøv um faklig mál, sum niður í smálutir áseta, hvørjum lærarin skal røkka, hetta er ein spennitroyggja hjá læraranum”

 

 

 

Hetta kunnu vit sum samfelag gera betri og tað er einki at bíða við!

 

 

 

Sámal Hanni Lognberg

 

Valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið