Landssjúkrahúsið

-

Seinasta vetur skrivaði Sosialurin fleiri sera áhugaverdar greinar um Landssjúkrahúsið, men samstundis var tað syrgiligt at lesa sumt av tí, ið skrivað varð. Eyðun Joensen, kliniskur psykologur legði kortini á borðið og var sera kontantur, sum hann altíð er.

Síðani var samrøða við Pál Weihe, arbeiðsmedicinara.

Eg skrivi ikki læknastjóra, tí eg góðtaki ikki ein persón, ið situr í starvi, sum ikki hevur verið lýst leyst, og sum úttalar seg sum hann ger.

Tað, sum P. W. skrivar, er m.a., at tíðin »at halda í hond«, er farin, t.v.s. hann leggur seg her út í eitt øki, sum einki hevur við starv hansara at gera, nevnliga sjukrarøktina .

Tað er nógv fyri at svølgja: maður, sum hevur brúkt milliónir av krónum til granskingar, sum deilvís eru fullkomuliga láturligar: eitt nú gransking viðv. spiki. Fyrigevið mær, hvat skuldi hatta tvætlið til, hvat kunnu vit brúka hetta til? Jú: Nógvar skuffur eru at goyma í. (Pengar eru settir av til útgerð).

Síðani vóru tað GEN kanningarnar, har íslendsk fyritøka var so ovurfegin, at stjórarnir vóru farnir at hóma millióna inntøkur stavandi frá vitleysum »færingum«. Tað er ein spurningur, um hetta ikki kundi endað við eini katastrofu! Etiska ráðið má rópa varskó og vera uppá vakt.

Um ikki ruddað verður upp á L.H.S. straks, so vita vit ikki hvørjar fylgjur tað kann fáa. Tí slíkir persónar, sum bera seg so at, eru ikki lættir at rokna út.

Ein spurningur til politisku ábyrgdarfólkini: Hvussu leingi ætlaðu tit, at P. W. skuldi sita í læknastjórastarvinum, var tað ikki fyribils, tí starvið var ikki lýst leyst? Undirritaða hevur følt sviðan so dyggliga av tí kaotisku støðuni, sum valdaði á L. S. (med. deild).

Eg var noydd at taka eina støðu og pakka taskuna og fara heim, tí støðan var undir tí, sum er forsvarligt.

Eg fór heim og avtalaði tíð við kommunulæknan, sum fekk mær pláss á hvíldarheiminum, tí eg var so niðurundirkomin, at kroppur mín gjørdi vrøvl.


Skeivari med. viðgerð -

Hvíldarheimið hevur verið og er eitt vælsignað stað, sum hevur fingið mong niðurundirkomin á føtur aftur. Takkað verið læknanum fyristøðukvinnuni og annars teim sera góðu umstøðunum. Ein sera vælrikin stovnur. Tá ið eg ikki skrivi um hetta fyrr enn nú, so er tað tí, at eg ikki orkaði tá, og nú sær út til, at teir ætla at jarðleggja sjúkrarøktina. Tit, sum eru vald á ting, ætla tit, at støðan skal halda fram og versna? Takið ábyrgd av LSH og fáið støðuna í rættlag, og fáið kvalifiserað fólk at arbeiða í leiðsluni.


At halda í hond - sjúkrarøkt

hoyrir undir sjúkrasystrum og teirra leiðslu!

Ein, ið fæst við at granska, og ein fyrrv. stjóri á Skeljavirki v.m. hava ikki hesar kvalifikatiónir! Langt ífrá. Eg heiti á politisku myndugleikarnar um ikki at vera ein forlongdur armur hjá P. W. (onkur er tað), men fáið steðgað ørskapinum, áðrenn støðan gerst óúthaldilig á LSH. Tit hava ábyrgdina.

Persónliga havi eg havt stórt innlit í gongdini á LSH. Í 1964 fekk eg til uppgávu at undirvísa í Afasi (bæði sjúklingum sjúkrasystranæmingum). (Tey fyrstu 2 árini saman við tí sera dúgliga Ditlev Olsen, fyristøðumanni á Spec.sk.) síðani havi eg havt mína dagligu gongd har í 30 ár. Haraftrat var maður mín sjúklingur har í mong ár, so eg havi fylgt gongdini frá nógvum síðum í mong ár. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði eg í bløðunum, hvussu eg frøddi meg um framgongdina. Nú gráti eg tí tað gongur so skjótt niður á bakkatromina við LSH og tað versnar hvønn dag, um ikki vend kemur í - og tað í stundini.

Tað er kanska eitt eyðkenni fyri føroyingar, at tað, sum virkar væl, ikki má fáa lov at virka, tað skal brótast niður.

Her havi eg 2 stovnar í huga, 2 stovnar, sum hava havt rættiliga nógv og gott samstarv. LSH og Skúlin á Trøðni. Her hevur eydnast nøkrum fáum eftir stuttari tíð at bróta niður, tað, sum onnur hava lagt lív og sál í at byggja upp. - Eg meini tað.


Tórshavn, 06.07.99

Hanna Lisberg