? Landsjúkrahúsið hevur leingi verið kroyst upp í ein krók fíggjarliga. Og nú eru avleiðingarnar av ov stórum sparingum øll nítiárini farnar at merkjast av álvara.
Mikudagin kundu vit avdúka syndarligu støðuna á røntgendeildini. Omanfyri kunnu vit avdúka, at tað er átrokandi hjá Landssjúkrahúsinum at fáa næstan 40 milliónir afturat til tól tey næstu seks árini.
Men eitt eru tólini, Eitt annað er játtanin til lønir.
Í einum brævi til Mary í Garði, fíggarstjóra í Almanna- og Heilsustýrinum, sigur Jákup Mørkøre, skjúkrahúsleiðari, at tað er óheppið, at ymsar aktivitetsøkingar ikki koma við í uppskotinum til fíggjarlóg ella fíggjarætlan.
Hann sigur, at tað er óheppið, at seingjadeildir ikki kunnu hava opið alt árið, tí ídag eru øgiligar inn- og útrykkingar hvørja ferð ymsar deildir lata upp ella aftur.
Higartil í ár hevur B 7 verið stongd frá 1-4 januar og frá 12.- 23. apríl. E 3 hevur verið stongt frá 19-29. mars og B 6 frá 26. mars til 12. apríl.
Tað, sum eftir er av árinum, verður B 7 stongd frá 24. juni til 26. juli og frá 17. desember til 3. januar. E 3 verður stongt frá 23. juli til 23. august, Og B 7 verður stongt frá 26. juli til 30. oktober.
?Skulu deildirnar ikki lata aftur, er tað neyðugt við í- millum 1/2 og 2 ársverkum afturat á hvørjari seingjadeild.
? Somuleiðis vilja ergo- og fysioterapi hava fleiri fólk.
? Virksemið á rannsóknarstovuni økist 13-15% um árið, og tey vilja hava tveir laborantar afturat beinanveg.
? Somuleiðis er tørvur á fleiri skrivarum allastaðni o.s.fr., o.s.fr.
Hann vísir eisini á, at roknað er við, at hvør av yvirlæknunum, sum skulu setast í sambandi við bygnaðarbroytingarnar kosta 600.000 kr.
? Helst er rætti prísurin 1 millión fyri hvønn yvirlækna við skrivara, sigur Jákup Mørkøre.
Psykiatriska deild átti eisini at fingið nakrar milliónir afturat, men tað er ógjørligt sum er.
? Deildin hevur kontinuitetstrupulleikar, sum kunnu gerat hættisligir, áðrenn vit vita av.
Jákup Mørkøre sigur, at skulu vit hava eitt Landssjúkrahús, sum virkar hampiliga væl, mugu játtast 10-15 milliónir afturat, umframt lønarhækkingarnar.
Neyðugt er at brúka 6-8 milliónir til at endurnýggja dýr tól, 2 milliónir til hálvdýr tól og restin, 2-7 milliónir til økt virksemi.
Harumframt er neyðugt at játta 1 millión til hvønn yvirlækna, sum skal setast í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, sigur Jákup Mørkøre .