Landssjúkrahúsið fær nú eina tænastu sum nógv hava bíðað eftir

Fyribils verður tænastan tveir dagar um vikuna

Almannaverkið og Landssjúkrahúsið fara nú undir eina royndarverkætlan, har ein sosialráðgevari hjá Almannaverkinum er á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.

 

Tað merkir, at tá er ein sosialráðgevari frá Almannaverkinum at hitta á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er, at hjálpa sjúklingum á øllum við teimum tænastum, Almannaverkið hevur og um tey rættindi, og skyldur, sjúklingarnir hava á ymsum økjum.

 

– Uppgávan hjá okkum er at vera til staðar á Landssjúkrahúsinum, so at vit kunnu hjálpa sjúklingum við teirra sosialu viðurskiftum. Tað kann vera við øllum, heilt frá ráðgeving um rættindi, hjálp til at útfylla oyðubløð, og eisini til at vegleiða sjúklingar um tíðarfreistir og annað, sum kann hava stóran týdning fyri sjúklingin og avvarðandi, sigur Morid D. Jacobsen, deildarleiðari á Borgaratænastuni í tíðindaskrivi.

 

Hon vísir á, at fíggjarlig viðurskifti hava stóran týdning, tá ið sjúka rakar, men sjúklingarnir hava ofta torført við at hugsa um annað enn sjúkuna. Tí hevur tað týdning, at sosialráðgevarin er á staðnum og kann hjálpa og vegleiða.

 

Tað er ofta ført fram, at hetta ein tænasta, sum hevur manglað á Landssjúkrahúsinum, men í fyrsta lagi er hetta ein royndarskipan, tey nú fara undir.

 

– Tað hevur týdning, at almennir stovnar samstarva meira og betri . Í Almannaverkinum hava vit nú eina tíð lagt dent á meira uppsøkjandi arbeiði og hetta samstarvið við Landssjúkrahúsið er ein natúrligur partur av tí, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.