Landssjúkrahúsið tekur Mínboks í brúk

Framyvir verða allar innkallingar til kanning og viðgerð sendar umvegis Mínboks.

Framyvir verða allar innkallingar til kanning og viðgerð á Landssjúkrahúsinum sendar borgarum umvegis Mínboks. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í tíðindaskrivi í dag.


Higartil hava 15.000 føroyingar meldað seg til Mínboks. Hesi fáa nú teirra innkallingar sendandi umvegis Mínboks, meðan tey, ið ikki hava Mínboks, fáa innkalling sum bræv eins og áður.


Í tíðindaskrivi í dag vónar stovnurin, at hetta vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær nevniliga møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og t.d. broyta ásettu tíðina.


Landssjúkrahúsið sendir árliga umleið 120.000 innkallingar út til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum.