John Johannessen
Úr Keypmannahavn
Landsstýrið fer nú at kann møguleikan fyri at fáa ein triðja part upp í samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna.
?Vit fara at venda okkum til ST fyri at kanna, hvørjar møguleikar vit hava fyri at fáa ein triðja part upp í samráðingarnar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Hesa avgerð hevur landsstýrið tikið, eftir at danska stjórnin á samráðingarfundinum hósdagin sýtti fyri at samráðast um eina skiftistíð, ið verður longur enn fýra ár.
?Vit taka hetta stig, tí vit halda, at tað nú er greitt, at talan ikki er um samráðingar millum tveir javnbjóðis partar. Danska stjórnin hevur staðfest, at hon ikki vil halda avtaluna frá 1998 og aðrar munnligar avtalur um, at vit skulu samráðast um eina búskaparliga skiftistíð, ið miðar ímóti at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrið hevur kortini ikki tikið støðu til, um tað fer at kæra stjórnina fyri avtalubrot.
?Vit vilja helst sleppa undan sjónleiki í hesum málinum, sigur Høgni Hoydal.
Sópaðu útspælið til viks
Nýggja útspælið frá landsstýrinum til búskaparliga skiftistíð var á samráðingarfundinum hóskvøldið sópað til viks av donsku stjórnini.
Landsstýrið skjeyt upp, at skiftistíðin skal vera 15 ár, men at møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast blokkstuðulinum, tá tey fyrstu fýra árini eru liðin.
Men danska stjórnin heldur tað als ikki vera neyðugt við eini skiftistíð, ið er longri enn fýra ár, tí føroyski búskapurin er longu tryggjaður.
Blokkurin kann rúka alt fyri eitt
Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, vísti á tíðindafundinum eftir samráðingarnar á, at útrokningar vísa, at føroyska samfelagið væl hevði tolt, at blokkstuðulin varð tikin av beinan vegin.
?Mistu føroyingar blokkstuðulin í morgin, hevði Føroyar framvegis verið eitt vælferðarsamfelag á hædd við Skotland, eitt sindur verri enn Bretland, men við einum livistøði, sum hevði verið tvífalt tí í Portugal, segði Poul Nyrup Rasmussen á tíðindafundinum eftir samráðingarnar.
Tískil sigur danski forsætisráðharrin seg ikki hava samvitsku mótvegis donsku veljarunum at geva føroyingum eina skiftistíð á 15 ár, sum er púra óneyðug.
Ákærir Nyrup fyri avtalubrot
Landsstýrið er ikki samt við sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini. Landsstýrið metir tað nevniliga vera avgerandi neyðugt at fáa eina skiftistíð á 15 ár, so at føroyski búskapurin fær stundir at venja seg av við stuðulin úr Danmark.
Í hesum sambandi vísir landsstýrið eisini á, at tað tann 10. juni 1998 gjørdi eina avtalu við donsku stjórnina, ið millum annað sigur, at partarnir skulu samráðast um eina búskaparliga skiftistíð, ið hevur til endamáls at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Avtalan er seinni samtykt bæði í fólkatinginum og í løgtinginum.
Hesa avtalu metir landsstýrið, at danska stjórnin heilt klárt hevur brotið, tá hon ikki vil samráðast um eina skiftistíð, ið er longur enn tey fýra árini.
Landsstýrið tulkar støðuna nevniliga sum, at danska stjórnin ikki vil samráðast um eina búskaparliga skiftistíð, ið hevur til endamáls at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Heldur ikki vil danska stjórnin, at sett verður ein felags nevnd at kanna faktuella grundarlagi fyri, hvat kravt verður av skiftistíðini, fyri at hon skal vera í tráð við avtaluna frá 1998. Danski forsætisráðharrin vísir á, at avtalan verður fylgd, tí føroyski búskapurin heilt vist er sjálvberandi um fýra ár.
Hetta ger, at landsstýrið vil hava ein triðja part upp í samráðingarnar.
Men tí hevur danska stjórnin eisini blakt víst aftur. Grundgevingin er, at danska stjórnin metir ikki, at ein triðji partur hevur førleika til at seta seg inn í viðurskiftini landanna millum og koma inn í samráðingarnar. Eisini heldur hann, at talan ikki er um ein altjóða spurning, men um eitt mál, ið skal loysat innan fyri ríkisfelagsskapin.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.