Landsstýrið røkir ikki sínar altjóða skyldur á útbúgvingarøkinum

Hetta kunnu vit staðfesta, eftir at undirritaða í farnu viku setti landsstýriskvinnuni við mentamálum ein munnligan fyrispurning um, hví Føroyar ikki er partur av Bologneavtaluni, sum er tann mest týðandi avtalan innan hægri lestur í Evropa.

Ì 2005 setti eg somuleiðis tásitandi landsstyrismanni við skúlamálum ein skrivligan fyrispurning, um nær Føroyar væntandi kunnu verða partur av avtaluni, og svarið var tá, at tíðin var búgvin til at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at lata Bologneyvirlýsingina formliga galda fyri Føroyar. Hetta eru 6 ár síðan, og tað er framvegis onki hent. Eftir situr man við eini kenslu av, at tað er “deiliga bekvemt” at kaga eftir, hvat hini gera, og síðani royna at gera sítt besta, og so tekur tað ta tíð, tað tekur. Hetta er so amatørkent, at eg havi ikki orð fyri tí.

Vit verða sjálvsagt noydd at vísa øðrum tjóðum, at vit eru ájavnt teirra støði og binda okkum til altjóða treytir og skyldur á útbúgvingarøkinum. Serliga er tað umráðandi, tí hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkara lesandi, sum kanska kundu hugsa sær at lisið aðra staðni í Evropa og fingið síni fak góðskrivaði, sum tey eitt nú hava tikið á Fróðskaparsetrinum, og um vit skulu eggja útlendskum lesandi higar at lesa.

Hvat er Bologne avtalan

I Sorbonne 1998 bleiv avtala gjørd millum ráðharrar í skúlamálum úr Fraklandi, Onglandi, Týsklandi og Italiu um eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Evropa. Eitt ár seinni verður avtala undirskrivað í Bologne. Hetta samstarvið hevur síðan fingið heitið Bologne avtalan, sum er tann týdningarmesta avtalan innan hægri lestur í Evropa. Endmálið við Bologne yvirlýsingini er at menna Evropa sum eitt felags útbúgvingarøkið, har lærarar og lesandi frítt kunnu ferðast ímillum lærustovnar.


Grundarlagið í hesari avtaluni er millum annað:
Ein harmonisering av útbúgvingunum
Eitt felags bachelor og master støði
Ein felags pointskipan (ECTS-skipanin)
Gera tað lættari fyri næmingar og lærarar at lesa og undirvísa á øðrum hægri stovnum í Evropa (lestrar- og starvsmobilitetur)
Útbúgvingarnar skulu vera lættari at samanlíkna
Fremja evropæiskt samstarv innan dygdarmennig
Staðfesta ábyrgdina hjá viðkomandi stovnum
Eftirmeting av útbúgvingarstovnum - bæði innanhýsis og uttanhýsis
Samstarv um felags mannagond innan útbúgvingarskipanir

I dag eru heili 47 evropæisk lond við í avtaluni, og tí kann tað tykjast løgið, at Føroyar ikki eru at síggja á listanum yvir hesi lond, meðan fleiri smátjóðir sum eitt nú Luxembourg og Liechtenstein, eins og Norra og Ísland, hava inngingið samstarv.

Tað er av stórum týdningi, at aðrir hægri lærustovnar í Evropa kenna til føroysku útbúgvingarnar soleiðis, at føroysk lesandi frítt kunnu flyta frá einum hægri stovni til annan í Evropa uttan at missa tey fak, tey longu hava tikið - á eitt nú Fróðskaparsetrinum. Hetta gevur ein størri fleksibilitet og mobilitet bæði hjá næmingum og stovnum.
Uppskot til samtyktar
Eftir sum tað ikki røkist fyri nakrari loysn eftir so nógv ár, má tað sigast, at landsstýrið ikki røkir sínar altjóða skyldur og uppgávur á útbúgvingarøkinum. Tí fer undirritaða at leggja eitt uppskot til samtyktar, sum fer at áleggja landsstýriskvinnuni við mentamálum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at fáa Føroyar við í Bologneavtaluna, soleiðis at lesandi úr føroyum og tær føroysku hægri útbúgvingarnar fáa altjóða góðkenning og viðurkenning.