Landsstýrið sovið í tímanum

Landsstýrið fær toyggið frá Búskaparráðnum í samband við handfaringina av trupulleikunum í alivinnuni. Sambært Búskaparráðnum hevur landsstýrið sovið í tímanum, tí longu á heysti í 2000 fekk landsstýrið eitt rimmar varskó um trupulleikarnar í alivinnum, men kortini vórðu ávaringarnar ikki tiknar til eftirtektar

Í nýggjastu konjekturfrágreiðingini fyri 2004 leggur Búskaparráðið eftir landsstýrinum fyri ikki at hava tikið ávaringarnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á heysti 2000 í størri álvara. í 2000 varð ein frágreiðing latin landsstýrinum, og tilmælini vóru greið.
Í frágreiðingini varð mælt til eina minking í aldu nøgdunum eins og nágreiniligt tilmæli um brakklegging og onnur umhvørvisverndarlig tiltøk.
?Spurningurin er um støðan, vit eru komin í, við stórum arbeiðsloysi og húsagangi í hesari vinnuni, ikki partvís var óneyðug, um stig vórðu tikin sambært serfrøðingaávaringunum fyri fleiri árum síðan, stendur skrivað í konjekturfrágreiðingini.
Hóast eitt rimmar varskó frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni longu í 2000, fekk Vinnumálaráðið ikki sett í gildi nýggjar og herdar reglur fyri aling og sjúkutiltøk fyrr enn um nýggjarársleitið 2003.
?Avleiðingarnar hava verið sera álvarsligar og tað verða tær eisini fleiri ár fram av sjúkuhandfaringini og restandi umhvørvisatlitum í samband við aling á føroyskum firðum, stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum

Atlit fyri fyritøkum
?Almenna fyrisitingin av alivirkseminum tykist at hava havt meiri altlit fyri einstøkum loyvishavandi fyritøkum enn fyri alivirksemi sum heild.
Búskaparráðið leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ráðið umrøður spurningin, hvør tað er, sum stýrir alivinnuni. Í frágreiðingini verður sagt, at politiski myndugleikin tekur meira atlit fyri teimum fyritøkum, sum reka vinnu, enn fyri vinnurakstrinum sum heild.
Búskaparráðið metir, at almenna stýringin av alingini eigur í størri mun at endurspegla, at alitilfeingi er landsins ogn.
?Almenna reguleringin av alingini eigur í verki at vera meira opin fyri almenninginum, eftirlitið eigur at vera nógv dyggari og reglurnar eiga at endurspegla, at alitilfeingi eg landsins ogn, stendur í konjekturfrágreiðingini.