- Tey 1.200 tonsini, sum eru seld á uppboði í dag, eru tikin frá teimum, sum hava gagnnýtt tey í áratíggir og eru nú umfordeild umvegis uppboðssølu til eitt skip.
Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
- Øll skuldu sleppa framat. Hvar vóru tey nú? Bert trý bjóðaðu, og ein fór avstað við øllum. Landsstýrismaðurin var væl nøgdur, men visti ikki, hví hann var væl nøgdur.
Jacob Vestergaard vísir á, at landsstýrismaðurin visti ikki, hvat hann hevði væntað. Tað segði hann við útvarpskvinnuna í dag.
- Spurdur, hvat hann væntaði sær av teimum sølunum, sum verða seinni, svaraði landsstýrismaðurin, at tað er ilt ar siga.
Og Jacob Vestergaard heldur fram:
- Landsstýrismaðurin visti snøgt sagt einki. Ikki ein gang, hvat hann væntar. Vit kunnu bara enn einaferð staðfesta, at landsstýrismaðurin einki boð hevur upp á, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.
Fyrrverandi fiskimálaráðharrin heldur tað vera skaðiligt fyri vinnuna og fyri samfelgið alt, at Føroyar hava ein landsstýrismann, sum ikki veit, hvat hann ger, men bert trilvar seg fram í blindum.